Aftur í dag vóru eiðismenn bestir

Kappróður 6-mannafør menn: Størsti róðurin var tann mest spennandi higartil í dag

Tað vóru nógvir, sum bjóðaðu seg fram, og tað var øgiliga spennandi.

 

Á norðoyastevnu tóku eiðismenn føroyska kappróðrarheimin á bóli, tá ið teir vunnu, og aftur í dag – á sundalagsstevnu í Kollafirði – var tað Hvalurin hjá eiðismonnum, sum var fyrstur á mál.

 

Talan var um fínan róður millum 12 bátar, og á 1000 metra teininum vóru tað fleiri, sum vóru fremstir, áðrenn bátarnir fóru um málið, og tað var staðfest, at Hvalurin av Eiði hevði vunnið.

 

Páll Fangi úr Klaksvík, Skúgvur úr Sandavági og Froðbingur úr Froðbiar Sóknar Róðrarfelag høvdu stavnin undan hinum í eina løtu. Men í endaspurtinum vóru eiðismenn teir drúgvastu og stinnastu.

 

Á málinum var Hvalurin eina lítla hálva bátslongd undan Froðbingi, sum var ein lítla skut undan Skúgvi, ið aftur var ein skut frammanfyri Páll Fanga.

 

 

 

6 MF MENN

 

Nr BátanavnTíðMunurStigKort
1 Hvalurin (ERF)04:50.41+00.007 
2 Froðbingur (FSR)04:51.46+01.056 
3 Skúgvur (SÍF)04:52.33+01.925 
4 Páll Fangi (KRF)04:53.18+02.774 
5 Sundabáturin (NHR)04:54.40+03.993 
6 Sølmundur (NSÍ)04:56.16+05.752 
7 Víkingur (HR)04:58.44+08.031 
8 Hvessingur (HSR)04:59.23+08.820 
9 Hósvikingur (HVR)05:01.32+10.910 
10 Lómur (AR)05:03.30+12.890 
11 Vákur (HVR)05:14.29+23.880 
12 Rádni (ÍF)05:25.27+34.86 

0

 

 

 

 

 

 

 

 

1 Hvalurin (ERF)14 
2 Skúgvur (SÍF)11 
3 Froðbingur (FSR)9 
4 Páll Fangi (KRF)8 
5 Sundabáturin (NHR)8 
6 Sølmundur (NSÍ)2 
7 Víkingur (HR)2 
8 Hvessingur (HSR)2 
9 Hósvikingur (HVR)0 
10 Lómur (AR)0 
11 Vákur (HVR)0 
12 Rádni (ÍF)0