Alfreð Gíslason hevur tikið út týska OL-hópin

Týska manslandsliðið spælir fyrsta dystin í olympiska endaspælinum móti Svøríki tann 27. juli

Íslendski landsliðsvenjarin hjá týska manslandsliðnum í hondbólti, Alfreð Gíslason hevur tikið út 17 manna hópin til olympiska endaspælið í París.

 

Týskland spælir fyrsta dystin í innleiðandi bólki A móti Svøríki tann 27. juli klokkan 18. 

 

Hini liðini í bólkinum eru Japan, Kroatia, Spania og Slovenia.

 

HER er hópurin hjá Týsklandi:

 

Málverjar: Andreas Wolff (KS Vive Kielce), David Späth (Rhein-Neckar Löwen), Joel Birlehm (Rhein-Neckar Löwen).

 

Vengur: Lukas Mertens (SC Magdeburg), Rune Dahmke (THW Kiel), Christoph Steinert (HC Erlangen), Tim Hornke (SC Magdeburg).

 

Strikuspælarar: Johannes Golla (SG Flensburg-Handewitt), Justus Fischer (TSV Hannover-Burgdorf), Jannik Kohlbacher (Rhein-Neckar Löwen).

 

Bakkar: Juri Knorr (Rhein-Neckar Löwen), Luca Witzke (SC DHfK Leipzig), Marian Michalczik (TSV Hannover-Burgdorf), Julian Köster (VfL Gummersbach), Marko Grgic (ThSV Eisenach), Renars Uscins (TSV Hannover-Burgdorf), Franz Semper (SC DHfK Leipzig). 

 

##med2##