Allar Føroyar

Vit politikarar uttan fyri Havnina verða rættiliga ofta skuldsettir fyri at vera lokalpolitikarar og/ella lokalpatriotar. Vit  hugsað einans um okkara egna lokala økið og gloyma allar Føroyar.   Hetta er sjálvandi skeivt, men  ein og hvør kann  gera sær sína egnu meining um tað.

 

Bara frá  míni stuttu tíð sum landsstýriskvinna í almannamálum, kunnu vit í dag síggja fleiri úrslit kring  landið, men eg gloymdi heldur  ikki Norðoyggjar.

Vit kunnu spyrja okkum sjálvi,  hvør fer at arbeiða fyri Norðoyggjum, um ikki ein norðingur ger tað?  Hvør fer at arbeiða fyri Eysturoynni, Vágoynni,  Norðstreymoy, Sandoynni og Suðuroynni, um ikki fólk úr hesum økjunum gera tað?  

Tá hetta er sagt, so hava vit   sanniliga eisini brúk fyri politikarum úr Suðurstreymoy. Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum allastaðni.  Føroyar skulu vera ein samanhangandi eind við javnbjóðis korum til allar føroyingar har teir búgva í tann mun hetta letur seg gera.  Vit skulu samansjóðað øll sjónarmið og býta virðini runt kring allar Føroyar.

Um vit ikki høvdu havt lokalar eldsálir  kring  landið upp ígjøgnum tíðirnar, so høvdu vit ikki havt eitt so væl útbygt samferðslunet, sum vit hava í dag.  Hesar eldsálir  úti kring landið   hava gjørt  Føroyar  til eitt betri samfelag fyri allar føroyingar.   Ivasamt var um vit høvdu havt  Vágatunnilin, Norðoyatunnilin, Eysturoyartunnilin, Sandoyartunnilin og flestu av hinum tunlunum við  uttan hesar eldsálirnar.  Hvør av okkum vil vera hesar tunlar fyri uttan í dag?

Eg vil enntá fara so langt sum at siga, at hesar lokalu kempurnar eiga kanska  størsta heiðurin av teim størstu og týdningarmestu frambrotunum í samferðslusøgu  okkara. Haldi ikki tað er ov nógv sagt.   Um tað er at vera lokalpatriotur, so er tað eitt gott heiti.

Vit skulu  útbyggja alt landið  á øllum økjum og  ikki bara á samferðsluøkinum. Allir føroyingar skulu  so vítt gjørligt  fáa lut í framburðinum, har  sum teir  búgva. Ríkidømi skal út í hvønn krók. Rættur politikkur er at stremba eftir einum  fjølbroyttum  bústaðarmynstri, har  fólk við ymsum útbúgvingum og førleikum skulu kunna  búgva og arbeiða kring alt landið.

Tað kann ikki vera rættur politikkur at útbyggja samferðsluna fyri at fáa fleiri  sovibýir og fleiri pendlarar.   Á hesum økinum er fólkaflokkurin  størsti veruligi Samfelagsflokkurin. Javnbjóðis kor til allar føroyingar,  har sum teir eru.

 

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

 

løgtingslimur