André Dalfoss: AB segði nei til at spæla móti TB á ólavsøku

TB royndi aftur at fáa ein dyst í lag á á Tórsvølli á ólavsøku nú HB og B36 heldur ikki spæla dyst á ólavsøku í ár

Savnsmynd: TB

Á ólavsøku í fjør kom tað væl við hjá fótbóltsáhugaðu ólavsøkugestunum, at TB skipaði soleiðis fyri, at teir spældu ein heimadyst í landskappingini í Betrideildini á Tórsvølli sjálvan ólavsøkudag. HB og B36 høvdu ikki dyst á skránni á ólavsøku tá.

 

HB og B36 hava heldur ikki nakran dyst á ólavsøku í ár, og tí royndi TB við formanninum, André Dalfoss á odda at fáa í lag enn ein dyst á ólavsøku.

 

André og TB góvu AB tað tilboðið, at dysturin í 1. deild TB-AB sum eftir kappingarskipanini skal spælast komandi vikuskiftið heldur bleiv spældur á Tórsvølli ólavsøkudag. Men AB takkaði nei til tilboðið, greiðir André Dalfoss frá.

 

- Tíverri liggur tað ikki fyri, var svarið hjá AB. Greiður André frá. André undrast á hví AB sigur nei til ein dyst frammanfyri 2.000-2.500 áskoðarum á ólavsøku.

 

Sostatt verður talan um eina fótbóltsfría ólavsøku í ár, og tað er ikki hent ofta.

 

Dysturin TB-AB verður sostatt spældur við Stórá í Trongisvági komandi sunnudag klokkan 15. Tað hevði verið skjótari at ferðast av Argjum niðan á Tórsvøll, heldur enn at ferðast til Trongisvágs, men tað er so valið. 

 

 

 

 

 

Savnsmynd: TB