Andreas Mogensen kemur til Føroya í september

Kendi danski rúmdarmaðurin kemur til Føroyar at handa føroyska flaggið og slipsið hjá Williami Heinesen, sum vóru við honum á rúmdarferðini. Í hesum døgum er hann í Grønlandi

Heimskendi rúmdarfarin Andreas Mogensen er í hesum døgum í Grønlandi, har hann greiðir frá rúmdarferð sínari og hevur framløgur um, hvussu Grønland og vinnulívið har kann fáa gagn av space vinnuni.

 

Hann verður stórliga fagnaður og har handar hann Grønlandska merkið – sum hann hevði við sær í rúmdini – til stjóran á Tjóðarsavninum Daniel Thorleifsen (mynd Sermersooq kommuna).

 

Andreas Mogensen kemur til Føroyar 23. september, og hann fer at handa okkara merki sum hann hevði við sær i rumdini, til okkara Tjóðarsavn, og hann fer at handa slipsið hjá William Heinesen aftur til Heinesen familjuna, og so fer hann at halda fyrilestur á Føroya Tele og Glasir og heilsa upp á eitt nú landsstýri og Tórshavnar Býráð, sigur Johan Mortensen, sum er ein av fyrireikarunum av vitjanini hjá danska rúmdarmanninum í Føroyum.