Hin 28. mars fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevði verið inni í einum sethúsum í Vági og framt herverk.
- Eitt vindeyga í einari hurð var brotið, okkurt innbúgv hevði fingið skaða, og skrivað var inn í veggin, visti vaktleiðarin at siga í morgun.
Lagt verður aftrat, at eigarin var ikki í húsunum, tá herverkið varð framt.
- Nú er so funnið fram til, hvørjir persónar eru, sum stóðu aftan fyri herverkið henda dagin í Vági, sigur vaktleiðarin.
Tað vísir seg nevniliga, at talan er um børn úr 3.-5. flokki, sum hava verið inni í húsunum og framt herverk, átta børn tilsamans.
- Málið er tikið upp við foreldrini og barnavernd, og vit kunnu bara fegnast um, at hond kann takast um henda trupulleika beinanvegin, segði vaktleiðarin í morgun.