Í morgun heitti vaktleiðaran á bilførarar, sum koyra við billyktum, sum skulu vera sjálvvirkandi, um at ansa eftir, at lyktirnar eru tendraðar.
Nú mjørki hevur ligið, ber ikki til at koyra við sløktum lyktum - heldur ikki, tá tú eitt nú koyrir gjøgnum tunlarnar, tó at ljós er í tunlunum.
Í gjár steðgaði løgreglan einum bili, sum koyrdi við sløktum baklyktum. Bilførarin fekk bót, tí lyktirnar vóru ikki tendraðar, og tað var kolasvart í mjørka.
Vaktleiðarin segði í morgun, at tá umstøðurnar krevja tað, eitt nú í mjørka og í tunlunum, skulu lyktirnar vera tendraðar.
Tað er ikki altíð, at sjálvvirkandi lyktirnar tendra av sær sjálvum, tá umstøðurnar krevja tað.
- Tí kann tað vera skilagott at sláa sjálvvirkandi skipanina við ljósinum frá, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.