B36 er framvegis ósigrað

1 DEILD: Í kvøld vann árstalsfelagið stórsigur ímóti HB, sum nú er niðast

Tað gongur ikki so væl í bestu deildini hjá B36. Í næstbestu deildini gongur tað so mikið væl, at B36 eftir 14 umfør er ósigrað. Í kvøld vann B36 grannauppgerðina ímóti HB 4-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. B36 er topplið við 30 stigum, og HB er niðast við seks stigum.

 

Mikukvøldið vardi Silas Eyðsteinsson málið, tá ið B36 við 3-0 heimasigri ímóti TB vann seg í steypafinaluna. Í kvøld vardi Silas Eyðsteinsson málið á næstbesta liðnum. Tað vil siga, at tað í morgin verður Bjarti Vitals Mørk, sum fer at venja B36 málið, tá ið besta liðið fer at spæla í Fuglafirði.

 

Úri á vøllinum var Rani Berg í Soylu tann einasti hjá B36, sum regluliga plagar at vera á listanum hjá besta liðnum.

 

Á HB liðnum var eingin, sum í ár hevur verið nakað serligt á besta liðnum. Tríggir spælarar, sum áður hava spælt á besta liðnum, men sum seinastu tíðina ikki hava verið at sæð, vóru í kvøld á næstbesta HB liðnum. Teir eru miðvallarin Tróndur Jensen og álopsspælararnir Ari Mohr Olsen og Øssur M. Dalbúð.

 

Andreas Thomsen átti uppleggið, tá ið Tobias Hansen legði B36 á odda. Tað var í 17. minutti, og hetta var sætta ferðin í ár, at Tobias Hansen, sum í næstu viku verður 21 ár, var málskjútti í næstbestu deildini.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki vóru teir í HB óhepnir at gera sjálvmál, og eftir lítlari løtu, tá ið tað restaðu tíggju minuttir, skoraði B36 tvey mál aftrat. Innskifti Sigurð J. Rasmussen økti til 3-0, og Jógvan Kárason Gullfoss staðfesti 4-0 sigurin. Hetta var fyrsta ferðin, at Sigurð J. Rasmussen var á næstbesta B36 liðnum í ár, og hetta var fjórða málið hjá Jógvan Kárason Gullfoss, sum nú hevur skorað í trimum dystum á rað.

 

Um eina viku fer B36 at spæla á útivølli ímóti FC Suðuroy, og HB fer hósdagin at spæla í Runavík.