B36 er risastórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á hálvfinaluna millum B36 og TB

Seinnapartin klokkan 17.30 byrjar seinna hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum B36 og TB.

 

TB vann fyrru hálvfinaluna 1-0, og stendur á gáttini til fyrstu steypafinaluna síðani 1981.

 

TB fer eisini at fáa stóran uppbakning kring vøllin, tí nógv hava lagt sær leiðina til Havnar í dag.

 

Hóast B36 hevur sløk avrik dyst eftir dyst, so eru teir risastórir favorittar hjá altjóða veddingarfyritøkum.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til B36 aftaná vanliga leiktíð eru so lág sum 1,10.

 

Miðaloddsini upp á javnleik aftaná vanliga leiktíð eru 8,34.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til TB aftaná vanliga leiktíð eru so høg sum 15,08.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##