B68 biður tveimum spælarum farvæl

Annar flytur til B36, og hin flytur til EB/Streym

Mynd: B68

Flytingarvindeygað letur aftur fríggjadagin 12. juli, og seinastu dagarnar hava fleiri flytingar verið millum feløg.

 

Fyrr í kvøld var ein av søgunum, at Jóhan Josephsen, sum er álopsspælari og higartil bara hevur umboðað barndómsfelagið KÍ, nú flytur til B68, sum hevur leigað hann.

 

Nú boðar B68 frá, at tveir spælarar nú gevast á Svangaskarði, tí teir fara at umboða onnur feløg.

 

Annar teirra er Jóhann Hansson Joensen, ið nú fer at spæla við EB/Streymi, sum hann eisini umboðaði í 2021 og 2022.

 

Undan hesum kappingarárinum flutti úr 07 Vágum og til B68. 22 ára gamli Jóhann Hansson Joensen hevur higartil í ár verið við í 16 dystum. Fimm ferðir er hann skiftur inn, og sjey ferðir er hann skiftur út.

 

Hin er 18 ára gamli framrættaði Thomas Bjørn Miezan. Hann er skitur inn í fimm landskappingardystum. B68 veit at siga, at hann nú flytur til B36, har hann í fyrstu atløgu verður partur av næstbesta liðnum, sum er topplið í 1. deild.

 

Mynd: B68