Ber ikki til at skanna prostasjúklingar í Klaksvík

Ikki færri enn trý tingfólk vildu hava landsstýriskvinnu at greiða frá um skannaran í Klaksvík

Sum vit hava skrivað á síðuni her í morgun í sambandi við fyrispurning frá Johan Dahl, løgtingsmanni, so er tað ikki klárt at skanna prostatasjúklingar í Klaksvík. Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, og tað hevur stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Alexandra á Dul, eisini boðað frá.

Men umframt Johan Dahl, so hava eisini Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Árni Skaale, tingfólk úr Fólkaflokkinum, sett landsstýriskvinnuni spurningar um sama mál, eftir at Norðlýsið vildi vera við, at orsøkin var illvilji úr Havn.

Í svari til tey bæði tingfólkini hjá Fólkaflokkinum sigur landsstýriskvinnan, at metti kostnaðurin at senda 28 fólk til skanningar í Ålborg er 230.000 krónur. Hevði arbeiðið kunna verið gjørt í Klaksvík, so er metti kostnaðurin góðar 70.000 krónur.

 

Lesið eisini: Prostatakanningar í september ella oktober í ár

Árni Skaale spurdi, eins og Johan Dahl, eisini um orsøkir til, at hesir 28 prostatasjúklingar vóru sendir til Danmarkar heldur enn til Klaksvíkar, og hann fær sama svar frá landsstýriskvinnuni:

– Sjúkrahúsverkið hevur gjørt eina ætlan fyri íverksetanina og í hesum sambandi eisini eina tíðarætlan. Ætlanin var klár í byrjanini av 2024, og tað er hendan ætlanin, sum verður fylgd.

– Ein 3T MR-skannari hevur framkomna tøkni, sum Sjúkrahúsverkið ikki hevur havt áður. Sostatt er neyðugt at tryggja, at radiografarnir í MR-toyminum fáa upplæring og royndir, og tað verður m.a. gjørt við at gera kanningar, av so sum heila, liðum og ryggi. Hetta eru kanningar, sum frammanundan verða gjørdar í Sjúkrahúsverkinum á sonevndum 1,5T MR-skannara.

– Prostata kanning er kompleks á ymiskan hátt, sum umframt upplæring og royndir, eisini krevur førleikamenning av starvsfólki og avtalu við røntgendeild uttanlands, sum m.a. kann tulka tílíkar myndir. Sambært tíðarætlanini hjá Sjúkrahúsverkinum fyri íverksetanina av MR-toyminum og 3T MR skannaranum, sum var klár í byrjanini av 2024, verða hesi viðurskifti komin upp á pláss og klárt er at gera prostata kanningar í september ella oktober í ár, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í Heilsumálum.