Bill skelkaði B71

1. DEILD: Við sigri á Sandi lyfti FC Hoyvík seg úr botninum

Tað vóru tvey lið, sum síðstu tíðina hava verið í dalinum, sum í dag hittust inni í Dal á Sandi.

 

B71 hevði vitjan av FC Hoyvík. 27. apríl hevði B71 vitjan av FC Hoyvík, og tá vann heimaliðið 2-0.

 

Í dag vendi tað heilt øðrvísi hjá Bill Jacobsen og hansara monnum. FC Hoyvík, sum undan dagsins dysti var botnlið við fýra stigum, vann 2-1. Sigurin ber við sær, at FC Hoyvík ikki longur er aftast. FC Hoyvík hevur sjey stig, sum er eitt stig fleiri enn HB hevur, og tað eru sjey stig fram til KÍ, sum er á áttanda plássi.

 

Einki mál varð skorað í fyrra hálvleiki, og tað sá leingi út til, at tað fór at enda málleyst.

 

Átjan minuttir undan leikloki legði Jonas Kirkel FC Hoyvík á odda 1-0. Hetta var fyrsti dystur yvirhøvur hjá 19 ára gamla danska spælaranum fyri FC Hoyvík.

 

Fimm minuttir seinni økti sera væl upplagdi Heðin Olsen um leiðsluna til 2-0. Hetta var triðja ferðin, at 17 ára gamli Heðin Olsen var málskjútti í næstbestu deildini.

 

Í næstsíðsta minutti minkaði B71 um munin. Málskjútti var Mads Hentze, sum varð skiftur inn, tá ið tað restaðu fimm minuttir. Hetta var fyrsta ferðin í tólv ár, at Mads Hentze var málskjútti í næstbestu deildini. Síðst hann skoraði var sambært FaroeSoccer 22. August í 2012, tá ið B71 vann 3-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ.

 

B71 er á sjeynda plássi við 18 stigum. Síðstu tíðina hevur tað ikki gingið væl hjá sandoyingum, sum ikki hava vunnið síðani 27. apríl, tá ið teir vunnu á heimavølli ímóti FC Hoyvík.

 

Næsti dystur hjá B71 verður fríggjadagin um eina lítla viku, tá ið mótstøðuliðið verður Víkingur uppi á Brekku í Leirvík.

 

Næsti dystur hjá FC Hoyvík verður leygardagin um eina viku, tá ið FC Hoyvík fær vitjan av TB.