Bjargingarfeløgini hava stóra felagsvenjing

Tor Rescue 24, ið er árliga felagsvenjingin hjá føroysku bjargingarfeløgunum, verður á Eiði, leygardagin 11 maj

Mynd: Eiðis Bjargingarfelag

Økið, ið nýtt verður er, Eiðisflógvi og av Eiði til brúnna við Streymin.

 

Áleið hálvthundrað fólk, fýra bjargingarbátar, smærri bátar, fjallabjargarar og onnur fólk á landi vera við í venjingini.

Øll onnur verða vinarliga biðin at fylgja væl við at talan er um venjing – og ikki neyðstøður.

 

Tá ið venjingin er liðug, eru øll vælkomin oman á keiina at hyggja eftir bátunum. Hetta verður væntandi kl 15:00

 

Mynd: Eiðis Bjargingarfelag