Bjóða tænastur til ferðavinnu á Kirkju

Ein dagtúrur í Fugloy er eitt fantastiskt høvi, og tað er heldur einki til hindurs fyri at gista á Kirkju, um fólk hava hug til tess

Fugloy er hin minsta av Norðoyggjum, stívliga 11 ferkilometrar stór. Landslagið er høgt, og bæði Kirkja og Hattarvík eru brimpláss.

 

Hægsta fjall er Klubbin, sum er 621 metrar høgur, og út fyri Eystfelli liggur Stapin, sum er 47 metrar høgur.

 

Í Fugloy er náttúruvakurt, og oyggin hevur fingið navnið eftir fuglameinginum.  

 

Vegasamband hevur verið millum Kirkju og Hattarvík í stívliga eina fjórðingsøld, og teinurin millum bygdirnar liggur um góðar fimm kilometrar.   

 

Á Kirkju hava tey bæði kafé, gisting og útferðarmøguleikar til ferðafólk, sum leita sær í oynna.

 

Ein dagtúrur í Fugloy er eitt fantastiskt høvi, og tað er heldur einki til hindurs fyri at gista á Kirkju, um fólk hava hug til tess.

 

Amalia í Frammistovu hevur tikið sær av ferðafólki gjøgnum mong ár.   

 

Saman við øðrum leigar hon lærarahúsini á Kirkju, sum kortini standa tóm.

 

Her hava tey bæði kafé og gisting í tveimum tvímanskømrum og trimum einkultkømrum.

 

Her kunnu tær bjóða at kalla alt, sum ferðafólk spyrja eftir.

 

- Fólk kunnu koma út til Fugloyar ein dagtúr, og vit gera matpakkar og útvega ferðaleiðarar. Ein vanligur túrur er at ganga eftir vegnum av Kirkju til Hattarvíkar við frásøgufólki og so koyra heimaftur.  

 

Um fólk ynskja tað, ber eisini til at koyra báðar vegir við frásøgufólki.  

 

Aðrir møguleikar eru at fara fjals saman við ferðaleiðara - ella at fólk, sum koma í oynna, bara velja at ganga her runt í bygdini og gera styttri útferðir í hugnaliga umhvørvinum.

 

Amalia í Frammistovu sigur, at fólk, sum koma til Kirkju, fáa tað á morgni, sum tey ynskja sær, áðrenn dagurin veruliga byrjar.

 

- Vit bjóða kaffi, morgunmat, døgurða, nátturða - ella hvat tað nú er, ið fólk vilja hava ein slíkan dag, leggur hon aftrat.

 

Í lærarahúsunum er pláss fyri umleið 40 fólkum til borðs í senn, og tað er meira enn so komið fyri, at ikki var pláss fyri øllum til sama borð.

 

Eitt, sum hevur verið rættiliga væl umtókt á Kirkju, er brunsj leygarmorgnar. Her fingu fólk, sum komu út stundisliga, ein ordiliga góðan morgunmat.

 

Tær, sum reka virksemið í lærarahúsunum, hava eisini bjóðað sunnudagsdøgurðar, sum hevur verið væl umtókt.   

 

- Tá fólk komu út til Fugloyar sunnumorgnar, fingu tey kaffi. Onkur fór í kirkju, og eftir kirkjugongdina var ein góður sunnudagsdøgurði.

 

Amalia í Frammistovu sigur, at nú hon ikki er einsamøll um hetta virksemi longur, letur næstan alt seg gera.