Brandur Halgirsson má gevast við hondbólti á hægsta stigi

Í farna kappingarárinum var Brandur Halgirsson ongantíð at síggja á vøllinum fyri Team Sydhavsøerne

Mynd frá degnum Brandur Halgirsson var kunngjørdur sum leikari í Team Sydhavsøerne

Kappingarárið 2023-2024 var Brandur Halgirsson ongantíð at síggja á vøllinum fyri Team Sydhavsøerne í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Ein skaði í mjødnini hevur alsamst plágað Brand, og hann hevur havt sera nógva pínu. Tað skrivar heimasíðan hjá Team Sydhavsøerne.

 

Nú er niðurstøðan, at Brandur ongantíð verður kropsliga so væl fyri, at tað fer at bera til at spæla hondbólt á hægsta støði. Tí eru Brandur og tey í Team Sydhavsøerne samd um at upphevja sáttmálan, ið annars eisini var galdandi fyri komandi kappingarár.

 

Við heimasíðu felagsins sigur Brandur: - Eg er sjálvandi harmur um, at eg ikki sleppi á hondbóltsvøllin aftur. Eg hevði ongantíð ímynda mær, at fór at vera noyddir at sleppa hondbóltsyrkisleiðini bert 24 ára gamal, men er tíverri veruleikin. Síðani mars í 2023 havi eg stríðst fyri at sleppa aftur á vøllin, men uttan nakra eydnu. Hetta hevur verið eitt tíðarskeið við nógvari pínu, og við læknavitjanum, ið hava verið stór vónbrot, har eg havi fingið ring tíðindi ferð aftaná ferð. Nú má eg so finna meg til rættis í einum gerandisdegi uttan hondbólt. Sigur Brandur. 

 

Landsliðsleikararnir, Pauli Mittún og Pætur Mikkjalsson fara at spæla við Team Sydhavsøerne komandi kappingarár. 

 

Ítróttarstjórin í Team Sydhavsøerne, Morten Juul sigur við heimasíðu felagsins, at tey harmast um at missa ein so dugnaligan leikara. Men mest av øllum harmast tey um, at Brandur má gevast við hondbólti á høgum stigi.

 

Brandur kom til Team Sydhavsøerne í 2022. Áðrenn tað spældi hann við Ajax, ið fór av knóranum og mátti taka liðið úr kappingini. 

 

Brandur er uppaldur í H71, og hann hevði ein ungdómssáttmála við Flensburg-Handewitt. Úr Flensburg gekk leiðin til Ajax. 

 

Brandur spældi 12 landsdystir fyri Føroyar. 

 

Brandur var við á U21-landsliðnum, ið kappaðist í HM-endaspælinum í Algeria í 2017. Liðið vann á Chile og Suðurkorea, og stóð seg manniliga móti stórum hondbóltstjóðum. Táverandi U21-landsliðið var fyrsta føroyska landsliðið, ið vann seg í eitt endaspæl. 

 

 

 

 

 

Mynd frá degnum Brandur Halgirsson var kunngjørdur sum leikari í Team Sydhavsøerne