Búnaðargrunnurin hevði 11,5 milliónir í avlopi

Búnaðargrunnurin hevði avlop í 2023 og nýtt stýri hevur skipað seg

 

Búnaðargrunnurin hevði í 2023 eitt avlop áðrenn skatt á slakar 11,5 milliónir. Av hesum vórðu 4,3 milliónir goldnar landskassanum til at fíggja umsitingina av landsjørðini.

Samlaðu rakstrarinntøkurnar vóru 16,5 milliónir, har av rentur frá útlánum vóru góðar 5 milliónir, meðan rentur og kursjavningar av virðisbrøvum vóru 11 milliónir.

Útlánsvøksturin í 2023 var 6,4 prosent, og við árslok hevði grunnurin útlán fyri 133 milliónir.

Fíggjarstøðan hjá Búnaðargrunninum javnvigar við 350 milliónum, og eginognin er 337 milliónir.

 

##med2##

##med3##

Endamálið hjá Búnaðargrunninum er at veita lán og stuðul til føroyskan landbúnað, og umframt lán veitti grunnurin í 2023 stuðul á góðar 6 milliónir. Meginparturin av stuðlinum verður veittur til íløgur í bygging og velting, og síðstu 4 árini er tilsamans útgoldin stuðul fyri 48 milliónir, sum í miðal svarar til 12 milliónir um árið.

##med4##

Landsstýrið hevur frá 1. juni valt stýrislimir í Búnaðargrunnin fyri eitt nýtt 3-ára skeið, og hava hesi skipað seg við Símun Gullaksen sum formanni og Barbaru Pállsdóttir Vang sum næstforkvinnu. Hinir stýrislimirnir eru Birita Mortansdóttir, Niels Winther Poulsen og Rani Slættanes.

##med5##

##med6##

Stjóri í Búnaðargrunninum er Egon Joensen.