H71 og VÍF skulu spæla FM-hálvfinalur í Burn Mansdeildini.
Tað er greitt aftaná málríka 31-31 javnleikin í kvøld millum VÍF og Neistan í høllini í Vestmanna. Í steðginum var VÍF á odda 16-15.
Filip Jojic var toppskjútti hjá VÍF við 11 málum. Toppskjútti hjá Neistanum var Erik Karlsson við 10 málum.
H71 og VÍF hava 24 stig hvør, meðan Kyndil á triðja plássinum hevur 19 stig. Øll trý liðini hava tveir dystir eftir at leika í grundspælinum, og Kyndil kann í mesta lagi røkka 23 stigum.
HER er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum VÍF-Neistin 31-31 (16-15):
##med2##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 16 | 493 | 413 | 80 | 24 |
VÍF | 16 | 510 | 436 | 74 | 24 |
KYNDIL | 16 | 452 | 414 | 38 | 19 |
NEISTIN | 17 | 456 | 479 | -23 | 17 |
KÍF | 16 | 403 | 425 | -22 | 13 |
STÍF | 17 | 478 | 513 | -35 | 10 |
TEAM KLAKSVÍK | 16 | 391 | 503 | -112 | 7 |