Bussleiðin fer at koyra fleiri túrar

Tórshavnar kommuna boðar frá, at skal bussleiðin gerast eitt veruligt val heldur enn til bilin, so má bussleiðin koyra fleiri túrar longur út á dagin, serliga um kvøldið og í vikuskiftinum. Skotið varð herfyri upp, at Bussleiðin fær 2 mió. kr. eyka at koyra fyri restina av 2024.

Eykakoyringin hjá Bussleiðini byrjar mánamorgunin 24. juni

 

Fleiri broytingar eru seinastu árini gjørdar í bussleiðini. Í 2008 gjørdist tað ókeypis at nýta buss, í 2011 øktist túratalið, í 2019 øktist túratalið uppaftur meira og bussarnir fóru aftur at koyra bæði leygardag og sunnudag í Havn. Í fjør komu tveir elbussar uppí busshópin. 

 

Men skal bussleiðin veruliga gerast eitt val í mun til bilin, so má bussleiðin koyra fleiri túrar longur út á dagin, serliga um kvøldið og í vikuskiftinum. Skotið varð herfyri upp, at Bussleiðin fær 2 mió. kr. eyka at koyra fyri restina av 2024. 

 

Umsitingin hevur kannað, hvar hesin peningurin kemur at gagna flest brúkarum. Leið 1 er nógv mest brúkta farleiðin hjá bussleiðini. Hon gongur frá Hamaranum á Argjum, gjøgnum býin, niðan í Hoyvík og Inn á Gøtu, og út aftur til Hamaran. 

 

Leiðin koyrir framvið Landssjúkrahúsinum, skúlum, kirkjum, samkomuhúsum og ítróttaøkjum. Tí er besta loysnin at seta fleiri eykatúrar inn á hesa leiðina, bæði gerandisdagar, leygardag og sunnudag.

 

Mánadag til fríggjadag fer Leið 1, sum byrjar á Hamaranum kl. 06:50, nú at koyra ein túr longur út á dagin og endar kl. 17:36, ístaðin fyri kl. 16:36. Sum nakað nýtt kemur Leið 1, sum byrjar at koyra kl. 07:35 av Hamrinum, at koyra til kl. 23.21. 

 

Tað vil siga, at 2 bussar koma at koyra á leið 1 um kvøldið, soleiðis at teir koyra hálva hvønn tíma.

 

Leið 2, sum byrjar av Norðasta Horni kl. 06:45, koyrir ein túr eyka út á dagin og endar at koyra kl. 17:31, í staðin fyri sum nú kl. 16:31. Leið 4, sum byrjar við Glasir kl. 07:50, koyrir eisini ein túr longur út á dagin og endar at koyra kl. 18:36, í staðin fyri sum nú kl. 17:36. 

 

Leygardagar er tað so, at Leið 1, sum vanliga byrjar kl. 10:05, kemur at byrja ein túr fyrr um morgunin kl. 09:05, koyra ein túr longur um kvøldið og endar at koyra kl. 23:51, í staðin fyri sum nú kl. 22:51.

 

Sum nakað nýtt, kemur ein bussur afturat at koyra á leið 1 frá kl. 09:35 til kl. 23:21. Hetta merkir, at bussur koyrir tvær ferðir um tíman á leið 1 leygardag, í staðin fyri sum nú eina ferð um tíman.

 

Leið 2 koyrir ein túr longri um kvøldið og gevst kl. 23:51, í staðin fyri sum nú kl. 22:51. Leið 3 koyrir ein túr longur um kvøldið og gevst kl. 23:26, í staðin fyri sum nú kl. 22:26. Sunnudag er tað soleiðis, at Leið 1, leið 2 og leið 3 koyra allar tveir túrar longur út á kvøldið og enda ávíkavist kl. 20:51, kl. 20:51 og kl. 21:26, ístaðin fyri sum nú áleið kl. 19:00.

 

Í sambandi við at innkomuvegurin verður liðugur, skal bussleið skipast eftir innkomuvegnum. Hædd skal seinni takast fyri fígging til nýggju bussleiðina eftir Innkomuvegnum. Samstundis verður farið undir samráðingar at skifta fleiri dieselbussar um við elbussar.

 

Næstu vikurnar verða allar talvurnar settar upp í býnum. Dagførda ferðaætlanin liggur á www.torshavn.fo.

 

Málið er samtykt í býráðnum og koyringin byrjar nú mánamorgunin 24. Juni.

 

Les nýggju ferðaætlanina HER