Claudio Bravo er elsti leikarin í Copa America nakrantíð

Tveir leikarar yvir 40 ár vóru á vøllinum tá Chile og Peru møttust í bólki A

Mynd: Scanpix

Í nátt føroyska tíð spældu Chile og Peru javnleik 0-0 í innleiðandi bólki A í Copa America kappingini, ið er í USA í hesum døgum.

 

Í dystinum í Arlington í Texas var eitt serligt met sett.

 

Landsliðsmálverjin hjá Chile, fyrrverandi FC Barcelona, Real Sociedad og Manchester City, og núverandi Betis málverjin Claudio Bravo setti eitt serligt met.

 

Í sínum landsdysti 148 fyri Chile var Claudio Bravo 41 ár og 69 dagar gamal, og er hann sostatt tann elsti leikarin nakrantíð, ið hevur spælt ein dyst í Copa America kappingini.

 

Í júst sama dysti gjørdist liðskiparin og toppskjúttin hjá Peru, Paolo Guerrero við sínum 40 árum og 322 døgum næstelsti leikarin nakrantíð, ið hevur spælt ein dyst í Copa America kappingini.

 

Soleiðis bleiv ein 0-0 javnleikur kortini áhugaverdur.

 

Gamla aldursmetið var frá 1997. Landsliðsmálverjin hjá Bolivia, Carlos Trucco var 39 ár og 322 dagar gamal tá hann vardi bolivianska málið í dysti móti Brasil.

 

Eitt annað Copa America var sett í bólki A dagin fyri Chile og Peru møttust. Argentina vann 2-0 á Kanada. Dysturin var nummar 35 hjá Lionel Messi í Copa America kappingini, og so nógvar dystir hevur eingin leikari spælt í Copa America kappingini. 

 

 

 

 

 

Mynd: Scanpix