Conference League: Hesum kunnu B36 og Víkingur møta

B36 hevur betri kort á hondini, tí liði er styrkismett til lutakastið í morgin

Í morgin verður lutakastið til undankappingina í Conference League. Tvey føroysk lið eru við í pottinum. Tey eru Víkingur og B36. HB er sum steypavinnari komin víðari til 2. undanumfar og er tí ikki í pottinum í morgin.

 

B36 kann møta:

 

FA Siauliai (Litava)

 

NK Bravo (Slovenia)

 

FK Auda (Lettland)

 

Valur (Ísland)

 

Una Strassen (Luksemborg)

 

Víkingur kann møta:

 

Zalgiris Vilnius (Litava)

 

Linfield FC (Norðurírland)

 

FK Liepaja (Lettland)

 

Paide Linnameeskond (Estland)

 

Derry City (Írland)