Daniel Johansen, ið var við frá dystarbyrjan saman við Heina Fossdalsá gjørdist sigursmálskjútti hjá Thisted í triðbestu donsku fótbóltsdeildini í kvøld.
Thisted vann 1-0 á Skive. Daniel skoraði sigursmálið við einum væl plasseraðum skoti frá 13-14 metrum tá 32 minuttir vóru leiktir av dystinum.
John Frederiksen fekk 10 minuttir á vøllinum í kvøld.
Talan er um fyrsta kappingarsigurin hjá Thisted í 2024. Í teimum undanfarnu dystunum hevur talan verið um tveir javnleikir og seks tap.
HER ber til at síggja sigursmálið hjá Daniel.
Við sigrinum vann Thisted seg av aftasta plássinum og upp á næstaftasta plássið í niðara endaspælinum í triðbestu deildini. Thisted hevur 20 stig, sama stigatal sum FA 2000, ið tó er frammanfyri Thisted við betri málmuni. Brabrand liggur aftast við 18 stigum.
Sunnudagin 5. mai spælir Thisted á útivølli móti júst Brabrand.