"Stong sendistovuna nú!" og "Fyri hind!" eru orð, sum eru málað á allar síður á løgtingshúsunum. At síggja til eru orðini "Stong sendistovuna nú!" málað í einum tilgjørdum formi.

Løgreglan: - Hetta er herverk!

Løgreglan hevur verið á staðnum, og nú verður roynt at finna út av, hvør hevur framt herverk á løgtingshúsini.

"Stong sendistovuna nú!" og "Fyri hind!" eru orð, sum eru málað á allar síður á løgtingshúsunum. At síggja til eru orðini "Stong sendistovuna nú!" málað í einum tilgjørdum formi.

"Stong sendistovuna nú!" og "Fyri hind!" eru orð, sum eru skrivað á allar síður á løgtingshúsunum í nátt - ella tíðliga í morgun.

 

- Eftir fráboðanina um herverkið, hava vit havt fólk niðri við løgtingshúsini, og tey eru ikki komin niðan aftur enn, sigur vaktleiðarin.

 

Lítil ivi er um, hvat liggur aftan fyri orðini "Stong sendistovuna nú!", og her verður ivaleyst sipað til føroysku sendistovuna í Ísrael.

 

Hinvegin kann vera trupult at siga, hvat liggur aftan fyri orðini "Fyri hind!"

 

- Eg dugi ikki at siga, hvat tað merkir, men hetta kundi kanska ljóðað politiskt - uttan at eg veit tað, sigur vaktleiðarin í morgun.

 

Løgreglan fer nú at royna at finna út av, hvør hevur framt herverkið á løgtingshúsini í nátt ella í morgun.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/hind-rajab-sum-endadi-a-loegtingshusunum

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

 

 

"Stong sendistovuna nú!" og "Fyri hind!" eru orð, sum eru málað á allar síður á løgtingshúsunum. At síggja til eru orðini "Stong sendistovuna nú!" málað í einum tilgjørdum formi.