Danmark bjóðar upp á EM-endaspælið í 2032

Danmark ætlar í 2032 á sætta sinni at vera vertur fyri eitt EM-endaspæl

Danska hondbóltssambandið hevur saman við týsku og pólsku hondbóltssambondunum bjóða sær at vera vertur fyri EM-endaspælinum hjá kvinnum í november og desember í 2032.

 

Um londini fáa vertsskapin verður talan um sættu ferð, at Danmark er vertur fyri eitt EM-endaspæl. Seinast var í 2020. 

 

Ætlanin hjá donsku, týsku og pólsku hondbóltssambondunum er, at tveir innleiðandi bólkar í EM-endaspælinum skulu spælast í hvørjum av teimum trimum londunum, Danmark, Týsklandi og Pólandi.

 

Hareftir er ætlanin, at millumumfarið skal spælast í Danmark og Týsklandi, meðan hálvfinalurnar, finalurnar og bronsudysturin skulu spælast í Týsklandi. 

 

Tey trý hondbóltssambondini nevna sítt boð: “Three nations, one passion”.

 

Avgerðin um hvør fær vertsskapin í 2032 fellur á aðalfundinum hjá evropeiska hondbóltssambandinum, EHF í Wien tann 14. desember í ár.