FM í styrkilyfting

Leygardagin tann 22. juni kl. 12.00 verður árliga FM kappingin í styrkilyfting hildin.

Aftur í ár er tað Burn Athletics, ið fyriskipa kappingina, og verður hon í hølunum hjá Burn Klassik á Berjabrekku 1, har felagið dagliga heldur til.

 

Øll, ið eru áhugað, eru vælkomin at hyggja, tað er ókeypis atgongd.

 

Í ár eru 12 luttakarar við, 7 menn og 5 kvinnur, og øll kappast í einum bólki, ið byrjar kl. 12.00.

 

Í fjør vórðu tað Rósa Matras Jensen og Rógvi Sørensen, ið megnaðu at vinna FM heitið.

 

Spennandi verður, um tey klára at verja FM heitið, ella um kappingin gevur nýggjar føroyameistarar í ár.