Drekastevnið var akkurát undan Fípuni

5-mannafør dreingir 17 – 18 ár: Færri enn fýra sekund vóru frá tí fremsta og til nummar fýra

Tað var øgiligur spenningur og framúr reklama fyri kappróðurin, tá ið 5-mannafør við 17 – 18 ára gomlum dreingjum kappaðust í Kollafirði í dag.

 

Á norðoyastevnu var tað Drekin hjá Havnar Róðrarfelag, sum var fyrstur á mál, og soleiðis var tað eisini í dag. Á norðoyastevnu var tað Geytin hjá Róðrarfelagnum Tindur, sum var nummar tvey. Í dag var tað Fípan Fagra úr Klaksvík, sum var næstfyrst.

 

Starturin hjá Drekanum var einki serligur, og tað gjørdu Fípan Fagra og Geytin sær dælt av. Men Drekin kom fyri seg, og so var tað eina góða løtu heilt javnt millum fleiri bátar. Umframt teir tríggjar, sum longu eru nevndir, vóru tað Teistin av Argjum og eisini Royndin Fríða úr Vági.

 

Drekin var rongina undan Frípuni Føgru, sum var ein hálvan skut undan Geytanum, sum var eina stóra hálva bátslongd undan Teistanum av Argjum.

 

 

 

5 MF DREINGIR 17-18 ÁR

 

Nr BátanavnTíðMunurStigKort
1 Drekin (HR)05:08.45+00.007 
2 Fípan Fagra (KRF)05:09.07+00.626 
3 Geytin (TIND)05:10.27+01.825 
4 Teistin (AR)05:11.47+03.024 
5 Royndin Fríða (VK)05:12.33+03.883 
6 Títlingur (HR)05:18.07+09.622 
7 Ingibjørg (HR)05:35.33+26.881

 

 

 

1 Drekin (HR)14 
2 Fípan Fagra (KRF)11 
3 Geytin (TIND)11 
4 Teistin (AR)8 
5 Títlingur (HR)5 
6 Royndin Fríða (VK)3 
7 Ingibjørg (HR)1