Ein nýggj tíð fyri framman fyri Tórshavnar havn

Fyrsta ferðamannaskipið, sum legði at bryggju í Havn í morgun, boðar frá at árstíðin fyri ferðamannaskip nú er byrja.

– Samstundis boðar hetta frá eini nýggjari tíð fyri Tórshavnar havn. Fyrr í ár vóru lunnar lagdir undir ítøkiligt samstarv ímillum Tórshavnar havn og Visit Tórshavn, sum millum annað hevur við sær, at fólk er sett í starv at taka sær av ferðamannaskipum og tí, sum hartil hoyrir, burturav, skrivar Tórshavnar havn, sum eisini hevur gjørt eina nýggja heimasíðu, sum fyrst og fremst skal veita greiða kunning, millum annað um komur og fráferðir hjá ferðamannaskipunum, sum koma til Havnar í ár. Harumframt hevur Tórshavnar havn tikið ítøkilig stig til eina burðardyggari ferðavinnu fyri ferðamannaskipini, sum koma til Havnar.

 

Skilja ímillum ferðamannaskip, sum leggja at

Tórshavnar havn gjørdist í fjør limur í norðuratlantiska umhvørvisfelagsskapinum EPI (Environmental Port Index). Flestu havnir í Íslandi, Norra og Orkneyoyggjum eru longu limir í felagsskapinum.

 

– Nú Tórshavnar havn eisini er blivin limur, er hetta ein ásannan um, at eisini Tórshavnar havn vil taka ábyrgd og gera sítt til eina burðardyggari ferðavinnu í Føroyum.

 

Tað sigur stjórin hjá Tórshavnar havn, Hanus Mikkelsen, sum samstundis vísur á, at tey við hesum fara at fáa eitt betri grundarlag at vita, hvussu nógv skipini dálka, heldur enn at gita. Beinleiðis úrslitið av limaskapinum fer at síggjast longu komandi ár.

 

–Við fyrsta skipinum, sum legði at bryggju í morgun kemur fyrsta skrásetingin fyri dálking eisini inn í dátugrunnin. Útfrá hesum hagtølum ber betur til at skilja, hvussu nógv eitt skip dálkar og síðani at seta havnagjaldið eftir tí; tess meir eitt skip dálkar, tess størri er gjaldið.

 

##med2##

 

Ultramarine fyrsta av 55 atløgum

Skipið, sum legði at bryggju í morgun, er 128 metrar stóra skipið Ultramarine. Hetta er eitt sokallað ekspeditiónssikip. Umborð eru gott hundrað ferðafólk, sum í dag hava verið túrar við føroyskum ferðaleiðarum.

 

Skipið fer víðari ímóti Funningi ímóti midnátt. Ultramarine er fyrsta av gott 55 atløgum, sum verða hjá Tórshavnar havn í summar.

 

26 av hesum atløgunum eru ekspeditiónsskip, meðan restin er størru ferðamannaskipini.

 

Síðsta atløgan í ár, verður 1.oktobur, tá ekspeditiónsskipið Hamburg kemur til Havnar.