Tað eru umleið 45 prosent eftir av Børsen í Keypmannahavn, eftir at eldur kom í týsdagin.
Tað kom fram í dag, tá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, vitjaði økið í dag.
Hon sigur eisini, at hon gjørdist mest rørd, tá drekaspírið datt niður seinnapartin týsdagin.
Dansk Erhverv eigur Børsen-bygningin, og tey søgdu longu eftir eldin, at bygningurin skal endurbyggjast.
Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, kundi í dag ikki svara, sum staturin fer at hjálpa til við fíggingini av bygninginum.
##med2##
– Tað er alt ov tíðliga at svara tí. Tað týdningarmesta er, at vit eru samd um, at Børsen skal gerast aftur, sigur forsætisráðfrúan.
Sambært stjóranum í Dansk Erhverv, Brian Mikkelsen, hava tey møtt vælvild frá eitt nú Forsætismálaráðnum, men tey umrøða ikki tað fíggjarliga nú.
/ritzau/