Heimleys í føroysku fólkakirkjuni?

Hendan við­merk­ing­in er eitt mót­mæli ímóti gongd­ini í almennu fólka­kirkjuni, har fyri­sitingin hev­ur haltað og holdn­ing­ur­in hjá einum vaks­andi tali av presta­stand­i­num avmarkar møg­u­leik­ar­nar at vera kirkju­fólk til eitt mið­al­darligt model, ið ikki hoyrir heima í 21. øld

Løgmaður, løgtingsforkvinnan og biskupur á odda í skrúðgonguni úr Løgtinginum í Havnar kirkju á ólavsøku í fjør

Grein úr Sosialinum 24. apríl:

 

Í november 2023 byrj­aði mítt 3. ár sum kirkju­ráðs­lim­ur í Kirkjubøar kirkju. Fyrsta árið fór við at seta meg inn í upp­gávuna og fáa skil á bygn­aði og organiseringum inn­an fólkakirkjuna og síð­ani havi eg engagerað meg meiri í uppgávuni og sam­an við øðr­um stað­ið fyri ym­isk­um til­tøk­um, sum hava til end­a­máls at fjálga um okkara kirkju­lið. Inntil onkur heitti á meg um at ger­ast kirkjuráðslimur havi eg annars ikki gáað eft­ir, at kirkjan var serliga týdn­ing­ar­mik­il fyri meg. Men eg leggi nógv í kirkjuna í Kirkju­bø og aðrar heimligar kirkj­ur og í felagskapinum rund­an­ um kirkjuna.

 

##med6##

 

Eg eri eitt nokkso in­tro­vert kirkjufólk, sum gerist illa við, tá fólk vitna ella pro­klam­era seg kristin við tí sum tað inniber fyri tey, og kanska serliga, um tey av­marka rás­a­rúm­ið hjá øðr­um.

 

##med2##

 

Trúgv er fyri meg privat og ikki nakað at tosa um – so slett­is ikki við fremmand. Mær dám­ar tó væl at disk­u­tera prædikur og spyrja til ó­skilj­andi tekstir og mongu mót­søgn­irnar í bíbliuni.

 

Mær dám­ar friðsæla kirkju­rúm­ið og klassisku gud­stænastuna, har tú fær í­blást­ur, ugga ella vón, syng­­ur vakrar sálmar og ann­ars situr í frið eina løtu og sam­­stundis er partur av ein­um felagskapi. Eg lurti eisini javnan eftir donskum gudstænastum, og havi gleði av prædikum, sum venda sær til danskaran anno 2024. Sum barnvaksin í norðurjyllandi og lesandi á Fyn er tað kanska ikki so løgið.

 

Sum hjá mongum øðrum eru tað nakrir prestar, sum duga at formidla, so tað gevur meining fyri mær. Eg gerist upplyft, tá prædikan hevur flog og fjøltáttaðar referensur frá livaðum lívum, ið tilsamans flyta bíbliutekstir inn í 2024 og raka meg við gleði, undran, ugga ella vón.

 

Tá eg aftaná hugsi víðari og skilji eitthvørt í mínum lívi betri. Meirilutin av mín­um ynd­is­prest­um eru kvinn­ur eins og eg sjálv. Kanska tí tær skilja kvinn­u­lív­ið (í Føroyum) og duga at flætta orð og viðurskifti inn, sum kem­ur kvinnum við.

 

Mannligu yndis­prest­ar­nir duga tað sama og allir hava hes­ir prestar eitt til fel­ags: tey hava fokus á orð­ið og uppgávuna og ikki á seg sjálv­ar, sína samvitsku ella mein­ing um, hvør er røtt ella skeiv. Tey tosa til menn­iskju og gera seg ikki til dóm­arar, ið forveksla guds sannleika við sín sann­leika, sum eg hoyrdi ein dansk­an teolog so vísiliga taka til herfyri.

##med3##

 

Vit eru so sera ymisk sum menniskju og eru øll produkt av okkara uppaling og soc­i­alisering annars. Eg skilji væl, at mín máti at vera kirkj­ufólk uppá kann tykj­ast fremmandur fyri onkr­an, sum er kirkjufólk upp­á ein heilt annan máta. Innan føroysku fólka­kirkj­una má tað tó vera eitt krav, at vit hvør í sær í frið og náð­um sleppa at vera kirkju­fólk uppá okkara egna máta. Uttan at vera hartað ella fordømd av øðrum kirkju­­fólk­um ella prestum frá høg­um sjálvgjørdum pedi­stal­um.

 

Í arbeiðinum sum kirkju­ráðs­limur havi eg fingið eitt inn­lit, sum eg partvíst vildi ynskt at verið fyri uttan. Fremsta orsøkin er, at eg kenni meg eitt sindur heimleysa og stúrna í hes­um serliga umhvørvi, har kirkju­ráð, prestar og kirkju­tænarar hittast. Samstundis sum at fólk eru vinarlig og tað verð­ur prátað um mangt og hvat áhugavert, merk­ist eitt varni ella ein skeps­is ímóti tí, sum er ikki-trad­itionelt og øðrvísi. Soleiðis er tað sjálv­andi í flest øllum bólk­um. Fyri mær er tað eitt sind­ur sum at vera í ein­ari boblu ella einum tíð­ar­lumma, ið kann tykjast lukka seg um seg sjálva. Eg havi eina týðiliga kenslu av ó­semju ímillum tveir bólkar, ið toga hvør sín veg. Tað trupla er, at tað ikki verður tos­að opið um tað. Og at hóp­ur­in, sum umboðar øll í fólka­kirkj­uni, tykist góð­taka hetta. Eg dugi ikki at siga, um tað er ótti, sum stýr­ir, ella um hópurin er homo­genur og ikki hevur føl­ing við, hvat rørir seg í al­menna samfelagnum í­mill­um vanlig fólk.

 

Sum projektsett og síð­ani for­kvinna í javn­støðu­nevnd­ini frá 2000 til 2004 bleiv eg var­ug við ójavnstøðuna inn­an kirkjuna, sum tá og nú bleiv forsvarað við prests­ins kalli. Eg visti frá ung­doms­áru­num í 80'u­num, at onkur prestur noktaði at sam­starva við sínar kvinnuligu starvs­felagar og at summir vístu fráskild og samkynd frá sær og hugdu skeivt til fólk, ið ikki vóru gift. Hetta undr­aði meg stórliga, ið sum feriu­barn í Sandvík var von við Elsu Funding, presti, og aldr­in hevði hoyrt øvugt orð um, at hon var kvinna ella hvussu man skuldi vera kristin.

##med4##

 

Fleiri av nýggju størv­u­num, sum eru sett innan kirkjuna seinastu árini, loypa í eyguni og elva til stúran, tí fleiri - har ímillum leiðandi prestur – hava tað til felags, at prestarnir nokta at taka fullu uppgávuna á seg, ið hoyra starvinum til og fleiri góðtaka ikki øll menniskju, so sum tey eru. Um tað var í einari privatari samkomu, hevði eg undrast og ypt øksl. Hvør skal siga: tað mugu tey um.

 

Men vit tosa um al­mennu fólka­­kirkjuna, sum er á fíggj­ar­lógini og virkar und­ir al­menn­um lóg­ar- og regl­u­verki, og part­víst røk­ir upp­gáv­ur, sum ongin ann­ar røkir.

 

Eg havi ongantíð skilt, hvussu al­ment settir prest­ar kundu part­víst frí­tak­ast frá al­­menna lógar- og reglu­verk­i­­num. Eg dugi ikki at síggja mun á kallinum hjá al­ment settum prestum og mín­um kalli sum menniskja og borg­­ara.

 

Eg havi við lív og sál en­ga­­ger­að meg í mínum ar­beiði og lívi og kann nú sum 57 ára gom­ul hyggja aftur á manga støðu, sum sanniliga hev­ur bjóð­að mínari sam­vitsku og fak­lig­heit av. Inn­an tað almenna havi eg ong­an­tíð havt rætt til at nokta at taka eina upp­gávu ella út­i­hýsa starvs­feløgum ella borg­­a­r­um. Tað hevði verið mett sum á­vika­vist ólýdni ella happ­­ing. Hví tað skal vera øðr­vísi hjá alment sett­um prestum í fólka­kirkjuni, er mær ein gáta. Er teirra sam­vitska vigt­igari enn mín? Ganga teir ikki á somu jørð sum eg?

 

Við mínum aldri og roynd­um átti eg at vitað betri, men eg eri kortini vón­brot­in at merkja talu­frælsi minka burtur í ótta­full­­ari tøgn, og at síggja stand­in.

 

Tað er møguligt, at kær­­leik­­in, tol­sem­ið og fy­r­i­gev­ing­in eru framm­a­liga í boð­anini hjá før­oysku fólk­a­kirkjuni, men eg havi upp­livað eitt und­ir­liggj­andi teppi av ó­semjum, tak­tikki og enntá ó­rein­heit frá onkr­um presti, ið vilja mak­t­­ina og eina gamla­testa­mentliga kirkju, ið av­markar møguleikarnar hjá fólki at liva sum tey eru og so­leið­is sum tey vilja sa­m­bært sínari samvitsku og kalli.

 

Hetta upplivdi eg á Eiði til til­takið “Kenn kirkju tína” og tað, sum skelkaði meg mest var, at ongin talaði at. Ei heldur eg. Seinni sendi eg fyrispurning við klagu til bisp, men fekk lítið annað burturúr enn ein hartandi fremstafingur og eina áminning um, at vit øll skulu vera her. So í staðin fyri at nýta møguleikan at umrøða ein grundleggjandi trupulleika innan kirkjuna, varð lok lagt á boblandi grýtuna, har alt annað óloyst kann ulma víðari.

 

Ein týðandi liður í tað, sum eg meti vera eina niðurlaging av føroysku fólkakirkjuni, eru ivamálini um fyrisiting og um, hvørt best skikkaðu umsøkjarar eru settir. Umframt, at fleiri prestar ikki taka fullu uppgávuna á seg, kunnu vit spyrja, hvar td kvinnurnar í leiðsluni hjá fólkakirkjuni eru? Ella yvirhøvur? Hvussu ber tað til, at leiðslan ikki leitar við ljós og lykt eftir kvinnuligum prestum ella í tí minsta tekur ímóti teimum við kyshånd, ið søkja starv?

 

Og vit kunnu spyrja, hvussu prestarnir í almennu fólkakirkjuni trívast og hvussu fer at vera framyvir, nú bispur í almennum útvarpi hótti prestar, ið høvdu brúkt sín demokratiska rætt at seta spurnartekin við eina almenna setanartilgongd? Vita vit tað ella skal tað eisini tigast burtur? Tann eina setanin var jú næsthægsta prestaembætið við ábyrgd fyri strategi og starvsfólkaøki. Hvussu skal tað við slíkum handlingum vera gjørligt at tryggja øllum prestum góð og mennandi arbeiðskor og eina nútíðarhóskandi strategi fyri framtíðina? Og er man áhugaður í at vita, hvussu kirkjufólkið trívist og hvat vit ynskja okkum av nú- og framtíðar kirkjuni? Óneyðugt at siga, er tað also ikki gjørt við tilboði um fremmandagjørda anonyma sálarrøkt á netinum, sum reklamerað verður við í løtuni. Ei heldur við prestum, sum upphøja seg sjálvar og almannakunngera sínar persónligu meiningar og præferensur, ið solda fleiri okkara frá.

##med5##

 

Í áravís hevur verið tosað um minkandi talið av fólki til sunnudagsgudstænastur og alt fleiri siga stillisliga, at hetta er ikki nakað fyri tey. Vit kunnu ikki annað enn harmast, tí tað er arbeiði til dupult so nógvar prestar í Føroyum, um uppgávan eisini var at veita nútímans sálarrøkt og óbetingaða hjálp til at navigera í lívsins mongu truplu støðum. Við gongdini nú kunnu vit tó rokna við, at enn fleiri fara at kenna seg óvælkomin og heimleys. Hvussu verður tá við almenna viljanum at gjalda til kirkjuna? Og hvar skulu vit fara, sum ikki kenna okkum heima ella kanska als ikki eru vælkomin? Tað lysti meg at frætt.

 

 

 

Annika Wardum Joensen

 

Løgmaður, løgtingsforkvinnan og biskupur á odda í skrúðgonguni úr Løgtinginum í Havnar kirkju á ólavsøku í fjør