Elias fær gøtu uppkallaða áðrenn abbin

Seks gøtur í Hoyvík eru uppkallaðar eftir løgmonnum, sum ikki eru á lívi longur. Abbi Elias, Pauli Ellefsen, hevur enn ikki fingið gøtu uppkallað eftir sær

Á skránni fyri býráðsfundin í Havn í dag er uppskot um at kalla eina lendisgøtu í Hoyvík upp eftir hondbóltsúrmælinginum Elias Ellefsen á Skipagøtu. Tað er ein lendisgøta frá Klingruni og niðan til stórhøllina við Tjarnir.

 

Tema fyri nógvar av gøtunum í Hoyvíkshaganum eru nøvn á løgmonnum. Bæði teimum, sum hava verið eftir heimastýrislógina í 1948 – og eisini fleiri sum vit ikki kenna so væl frá gamlari tíð.

 

Higartil eru seks gøtur uppkallaðar eftir løgmonnum síðani heimastýrislógina:

 

  1. Andrass Samuelsen
  2. Kristian Djurhuus
  3. Petur Mohr Dam
  4. Hákun Djurhuus
  5. Marita Petersen
  6. Atli P. Dam

 

Síðani eru tveir løgmenn deyðir:

 

Pauli Ellefsen í 2012 og Anfinn Kallsberg í 2024. Teir eru ikki uppkallaðir enn.

 

Í málinum í býráðnum verður sagt, at tað er ikki vanligt, at navngeva lendisgøtur í kommununi, men eru tað fleiri lendisgøtur, sum við árunum hava fingið tillutað eyknevnir út frá staðarnøvnum í nærumhvørvinum ella grundað á eitt nú virksemið, sum ætlanin er at brúka gøtuna til.

 

Seks fyrrverandi løgmann eru á lívi:

 

  1. Jógvan Sundstein
  2. Edmund Joensen
  3. Jóannes Eidesgaard
  4. Kaj Leo Holm Johannesen
  5. Aksel V. Johannesen
  6. Bárður á Steig Nielsen

 

Í grundgevingini fyri at nevnda lendisgøtuna eftir Eliasi Ellefsen á Skipagøtu verður annars sagt soleiðis:

 

» Politiskt er ynski um, at lendisgøtan, sum er í gerð og skal leiða vitjandi út í náttúruna og niðan til komandi Stórhøllina, verður navngivin.

 

Lýsing av málinum Stórhøllin er í gerð og kemur at gagna nógvum virksemi, bæði ítróttarligum virksemi, konsertum, ráðstevnum osfr. Ikki kemst undan, at høllin í stóran mun varð sett á breddan, eftir at ítrótturin í Føroyum veruliga hevur tikið stór stig framá í altjóða høpi. Høllin kemur at vera miðdepil fyri altjóðakappingar innan alskyns ítrótt, og fegnast Tórshavnar kommuna um, at høvuðsstaðurin við høllini fer at kunna savna fólk til hesi tiltøk, umframt til onnur tiltøk og gerandisvirksemi sum heild.

 

Hondbólturin hevur fylt nógv seinastu tíðina, og serliga hevur Hondbóltsamband Føroya víst á manglandi umstøðurnar fyri at kunna hýsa altjóða kappingum innan teirra virksemi. Stórhøllin er tí eisini eitt beinleiðis úrslit av manglandi hentleikum til eitt nú landsdystir hjá føroyska hondbóltslandsliðnum.

 

Staðsetingin fyri høllina kennist í dag nakað langt burtur frá bygda umhvørvinum, og hevur kommunan tískil tikið stig til at gera eina gøtu frá Klingruni og niðan gjøgnum vátlendi, framvið Stórutjørn, heilt niðan til Stórhøllina. Eftir hesi gøtu vónar kommunan, at borgarar og vitjandi fara at njóta náttúruna niðan til Stórhøllina at venja og hyggja eftir ítrótti o.ø.

 

Og tá nú hondbólturin og hondbóltshetjurnar á føroyska manslandsliðnum hava fylt so nógv í hugaheiminum hjá flestu føroyingum eftir flotta úrslitið í Týsklandi í januar 2024, so er politiskt ynski komið fram um at heiðra hondbóltinum og einstaklinginum Elias Ellefsen á Skipagøtu við navngeva lendisgøtuna.

 

Ásannast má, at jaligi hugburðurin, atburðurin og virðini, sum ítróttarfólk sum fyrimyndir umboða, kann mynda og menna ítróttarfelagsskapin. Men tað er ikki bara innan ítróttarvirksemið tey kunnu vera við til at ávirka. Tey kunnu eisini hava stóra ávirkan á menningina hjá teimum ungu í nærumhvørvinum. Tí er tað týdningarmikið ikki bara at kunna og tosa um hesi ítróttarfólk, men eisini at heiða ítróttarfyrimyndum, soleiðis at teirra gerðir og yrki kann vera við til at læra virðismikla lívslæru. Tey kunnu vera kelda til íblástur og vegleiðing fyri nærumhvørvið og ung, sum ikki eru virkin innan ítróttin, og fáa hesi at fylgja teirra dreymum.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og føroyska manslandsliðið í Hondbólti, hava seinastu árini verið stór fyrimynd fyri hondbóltsvirksemið í Hoyvík og í Føroyum sum heild. Elias hevur útmerkað seg innan hondbólt í altjóða høpi, sum fá onnur og hevur IHF (International Handball Federation) júst valt at tilnevna Elias til 2023 IHF Young Male World Player of the Year. Elias er tilnevndur saman við Juri Knorr og Nils Lichtlein úr Týsklandi. Elias spælir í dag fyri hondbóltsfelagið THW Kiel.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur saman við sínum liðfeløgum, HSF og hondbóltsfamilju sínari veruliga sett hondbóltin í Føroyum á breddan, og ynskir Tórshavnar kommuna at staðfesta og heiðra hansara persónligu góðu og merkisverdu avrik við at navngeva lendisgøtuna millum Klingruna og Stórhøllina við navninum “Skipagøta”.«