Elsa Berg aftur í Tórshavnar býráð

Seinasta árið hevur toppskorarin á listanum hjá Tjóðveldi verið uttanlands í lestrarørindum.

Manningin hjá Tjóðveldi í Tórshavnar býráð: Gunvør Balle, Jákup Dam og Elsa Berg. Síðani valið hevur Annika Olsen, sum varð vald fyri Fólkaflokkin, boðað frá, at hon er partur av Tjóðveldi

Á býráðsfundi í Havn í gjár varð upplýst, at Elsa Berg nú aftur tekur sæti í býráðnum. Tað ger hon, eftir at hon síðani í august í fjør hevur verið í farloyvi. Og tað hevur hon verið, tí hon hevur verið í Íslandi í lestrarørindum.

Í fundarfrágreiðingini stendur, at »av tí at býráðslimurin sigur frá sær fasta bústað sín í kommununi heitir hon á kommunustýrið um at góðkenna, at hon fer úr býráðnum, inntil hon aftur tekur fastan bústað í kommununi«.

Í lógini um val til føroyskar kommunur § 26, stk. 4, er ásett, at: »Um limur fyribils sigur frá sær fasta bústað sín í kommununi, kann verða samtykt, at hann bert fer úr bygda(r)ráðnum/býráðnum, inntil hann aftur tekur fastan bústað í kommununi«.

Tí stendur soleiðis í gerðabókin fyri fundin, tá hon fekk farloyvi:

– Vísandi til nevndu áseting verður býráðið við hesum biðið um at taka støðu til fyrispurningin hjá Elsu Berg og góðkenna, at býráðslimurin fer úr býráðnum, meðan hon er burturstødd, og at talan er um fyribils fráflyting úr kommununi, sum merkir, at býráðslimurin aftur tekur sæti í býráðnum, tá hon aftur hevur fastan bústað í kommununi.

Tí tók næsta fólk á listanum, Turið Horn, við sum býráðslimur og hevur verið tað seinasta árið.

Men á býráðsfundinum í gjár tók Elsa Berg aftur við starvinum sum býráðslimur fyri Tjóðveldi.

Hesi ovastu trý vórðu vald fyri Tjóðveldi í Tórshavnar býráð á seinasta býráðsvali:

1    Elsa Berg    520

2    Jákup Dam    376

3    Gunvør Balle    249

---

4    Turið Horn    245

5    Jón Kragesteen    212

6    Gunnar Djurhuus    210

7    Anja Hartmann Wardum    126

8    Ronnie Thomassen    120

9    Jóannes Guttesen    109

10    John Kruse Dalsgarð    97

11    Brandur í Dali    92

12    Jóhan Carl Dam    87

13    Bergdís Ester Gisladóttir    85

14    Katrin Einarsson Jacobæus    63

15    Snorri Patursson    51

 

Manningin hjá Tjóðveldi í Tórshavnar býráð: Gunvør Balle, Jákup Dam og Elsa Berg. Síðani valið hevur Annika Olsen, sum varð vald fyri Fólkaflokkin, boðað frá, at hon er partur av Tjóðveldi