Seinnapartin var lutakastið til undankappingina til EM-endaspælið í manshondbólti í 2026 avgreitt á Hotel Clarion, ið liggur skamt frá flogvøllinum í Kastrup.
Føroyar vóru í potti 2, ið var næstovasti styrkisbólkurin.
Føroyar endaðu enn eina ferð í EM-undankappingarbólki saman við Ukraina. Ukraina var í potti 3.
Hini bæði liðini eru Kosovo úr potti 4 og Niðurlondum úr potti 1.
Føroyar eru í EM-undankappingarbólki 6.
Soleiðis síggja teir átta EM-undankappingarbólkarnir út:
##med2##
Kelda: Eurohandball