EM: Lewandowski verður ikki klárur til fyrsta dystin

Komandi sunnudag møtir Póland Niðurlondum í Hamburg

 

 

Mynd: Scanpix

Hann hevur skotið 82 mál í 150 landsdystum fyri Póland, og hann er millum heimsins fremstu áleyparar.

 

Men Robert Lewandowski verður ikki við til fyrsta dystin hjá Pólandi í innleiðandi bólki D móti Niðurlondum.

 

Tað er slysnið í baklærinum, ið darvar Robert Lewandowski. 

 

Dysturin móti Niðurlondum á Volksparkstadion byrjar komandi sunnudag klokkan 14.

 

Fríggjadagin 21. juni klokkan 17 spælir Póland móti Eysturríki á olympiska leikvøllinum í Berlin, og læknaliðið hjá pólska landsliðnum fer at gera alt fyri, at Robert Lewandowski kann vera við í tí dystinum. Tað sigur landsliðslæknin hjá Pólandi, Jacek Jaroszewski í samrøðu pólska fótbóltssambandið hevur lagt út á X, fyrrverandi Twitter.

 

Pawel Dawidowicz og Karol Świderski fóru eisini av vøllinum í 2-1 sigrinum hjá Pólandi móti Turkalandi ígjárakvøldi, men teir væntast tøkir aftur til venjingar seinni í vikuni.

 

 

 

 

 

Mynd: Scanpix