EM: Skotland hevur bara á einum sinni vunnið á Týsklandi

Søguligu hagtølini og oddsini hjá veddingarfyritøkunum tala fyri týskum sigri í München í kvøld

Savnsmynd frá 1999

Í kvøld klokkan 20 er startskotið til EM-endaspælið í fótbólti.

 

Tá møtast vertstjóðin, Týskland og Skotland í dysti í bólki A á Allianz Arena leikvøllinum í München.

 

Týskland er stórur favorittur, og søguligu hagtølini tala eisini fyri einum týskum sigri.

 

Skotland hevur bert vunnið ein sigur á Týsklandi, og var tað í einum venjingardysti á útivølli 28. apríl í 1999. Tá vunnu skotar 1-0. Don Hutchison skoraði skotska sigursmálið.

 

Í seks EM- og HM-undankappingardystum, har liðini hava verið í bólki saman hava týskararar vunnið fýra dystir, og tveir dystir eru endaðir við javnleiki. Báðir javnleikirnar hjá skotum vóru á heimavølli á Hampden leikvøllinum í Glasgow.

 

Týskland og Skotland hava tvær ferðir áður møtst áður í einum endaspæli, og var tað undir HM-endaspælinum í Meksiko í 1986. Liðini vóru í bólki saman við Danmark og Uruguay. 8. juni í 1986 vann Týskland 2-1 (1-1) á Skotlandi. Gordon Strachan legði Skotland á odda, Rudi Völler javnaði til 1-1, og Klaus Allofs skoraði sigursmálið hjá Týsklandi.

 

Seinast liðini møtust í einum EM-endaspæli var í Svøríki í 1992. Í innleiðandi bólkaspælinum 15. juni í 1992 vann Týskland 2-0 (1-0) á Skotlandi. Karl-Heinz Riedle og Steffan Effenberg skutu týsku málini

 

Samlaðu hagtølini eru seks sigrar til Týskland, tveir javnleikir og ein sigur til Skotland.

 

Harumframt dregist Skotland við eitt søguligt spøkilsi. Teir hava ongantíð vunnið seg víðari úr einum bólkaspæli í einum endaspæli. Í HM endaspølunum í 1974 og í 1982 var tað málmunurin, ið feldi skotar.

 

Hjá altjóða veddingarfyritøkum er Týskland risastórur favorittur til at vinna setanardystin í kvøld.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Savnsmynd frá 1999