EM24: 16 ára gamal er álitið

EM24: Spania hevur sett sítt álit á ein 16 ára gamla skúladrong í Barcelona

Mynd: Mest spennandi spælarin á liðnum er 16 ára gamli Lamine Yamal. Lámurin og høgrivongurin hjá FC Barcelona hevur fingið sítt heilt stóra gjøgnumbrot í ár.

Tíðin, tá Spania ráddi í altjóða fótbólti, er farin. Spania vann EM í 2008, HM í 2010 og aftur EM í 2012. Í dag er Spania ein leitandi lið, sum sjáldan kann sigast at hava verið fullgjørt. Eina løtu droymdu spaniólar um ein EM-sigur í 2021, men tað endaði í hálvfinaluni.

 

Til HM í Katar tapti Spania fyri Marokko og Luis Enrique takkaði fyri seg. Maðurin, sum skoraði tvær ferðir móti Føroyum á Svangaskarði í 1996, er nú venjari hjá PSG.

 

Nýggjur venjari

 

Nýggjur venjari er Luis de la Fuente. Hann hevur vunnið EM við U19- og U21-landsliðnum hjá Spania. Hann skal nú fáa mest møguligt burturúr einum gávuríkum sponskum hópi, sum telur leiðarar, bóltsnillingar og dribblikongar.

 

Stóri leiðarin á liðnum er Manchester City-miðvallarin Rodri. Hann verður mettur at vera millum bestu spælararnar í heiminum í løtuni. Hann vann í fjør The Treble við Manchester City og skoraði avgerandi málið í Champions League finaluni. Afturat honum eru royndir spælarar og leiðarar sum Dani Carvajal og Aymeric Laporte, ið hava vunnið so gott sum alt, sum vinnast kann.

 

16 ára gamal er álitið

 

Tað er ikki ókent, at Spania hevur nógvar bóltsnillingar á liðnum. Soleiðis verður eisini hesaferð. Mest spennandi spælarin á liðnum er 16 ára gamli Lamine Yamal. Lámurin og høgrivongurin hjá FC Barcelona hevur fingið sítt heilt stóra gjøgnumbrot í ár.

 

Tað verður ikki uttan mótstøðu, at Spania skal koma úr bólkaspælinum. Spania er í bólki saman við verandi vinnarunum úr Italia og Kroatia. Fjórða liðið er Albania.

 

Lutakastið kann verða avgerandi fyri, hvussu langt Spania kemur. Tað er mest sannlíkt, at ferðin steðgar í fjórðingsfinaluni ella hálvfinaluni. Liðið tykist ikki hava nóg nógvar dystaravgerandi spælarum í hópinum.

 

Fýra ferðir hava Føroyar spælt móti Spania. Tað hevur verið minniligt hvørja ferð. Til HM 1998 undankappingina taptu vit 2-6 á Toftum og 3-1 í Gijón í norðurspania. Til EM 2020 fekk Klæmint A. Olsen sítt fyrsta mál í 4-1 ósigrinum á Tórsvølli, og Jóannes Bjartalíð tók ikki av gyltum møguleika í Gijón, tá vit taptu 4-0.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Unai Simón (Athletic Bilbao)

 

David Raya (Arsenal)

 

Álex Remiro (Sociedad)

 

Verjuspælarar:

 

Dani Carvajal (Real Madrid)

 

Jesús Navas (Sevilla)

 

Robin Le Normand (Sociedad)

 

Daniel Vivian (Athletic Bilbao)

 

Nacho Fernández (Real Madrid)

 

Aymeric Laporte (Al Nassr)

 

Álex Grimaldo (Leverkusen)

 

Marc Cucurella (Chelsea)

 

Miðvallarar:

 

Rodri (Manchester City)

 

Martín Zubimendi (Sociedad)

 

Fermín López (Barcelona)

 

Fabián Ruiz (PSG)

 

Mikel Merino (Sociedad)

 

Pedri (Barcelona)

 

Álex Baena (Villarreal)

 

​Áleyparar:

 

Álvaro Morata (Atlético Madrid)

 

Joselu (Real Madrid)

 

Lamine Yamal (Barcelona)

 

Ferran Torres (Barcelona)

 

Dani Olmo (RB Leipzig)

 

Nico Williams (Athletic Bilbao)

 

Mikel Oyarzabal (Sociedad)

 

Ayoze Pérez (Betis)

 

Venjari: Luis de la Fuente (Spania)

 

Mynd: Mest spennandi spælarin á liðnum er 16 ára gamli Lamine Yamal. Lámurin og høgrivongurin hjá FC Barcelona hevur fingið sítt heilt stóra gjøgnumbrot í ár.