EM24: Dragan hevur drigið Serbia fram á leið

EM24: Tað eru 24 ár síðani, at Serbia hevur verið til eitt EM-endaspæl

Mynd: (Scanpix) Fyrrverandi stórspælarin, legendariski bóltsnillingurin Dragan Stojkovic, hevur vent skútuni hjá Serbia.

Tað eru 24 ár síðani, at Serbia hevur verið til eitt EM-endaspæl. Tað var í tíðini, tá Serbia ikki var ein sjálvstøðugt land og Savo Milosevic ráddi fyri borgum í álopinum. Hann hevur fleiri ferðir skorað móti Føroyum. Tað er at undrast á, at Serbia ikki hevur verið til eitt EM-endaspæl síðani.

 

Við tí talentinum av spælarum, sum hava spælt við Serbia, so er hetta ikki nóg gott. Nú hevur fyrrverandi stórspælarin, legendariski bóltsnillingurin Dragan Stojkovic, vent skútuni hjá Serbia.

 

Við spælarum sum Dušan Vlahović (Juventus), Dušan Tadić (Fenerbahçe) og Luka Jović (AC Milan) vóna tey í Serbia, at liðið hevur nokk at koma við í álopspartinum til at vinna seg víðari.

 

Aðrir spælarar hava leitað sær til Saudiarabia at spæla, men hava evnini til at spæla í toppfeløgum í Evropa. Her verður serliga hugsað um Aleksandar Mitrovic og Sergej Milinkovic-Savic. Fyrrnevndi hevur skorað nógv mál í Premier League, meðan miðvallarin Sergej Milinkovic-Savic í síni tíð í Lazio fleiri ferðir bleiv settur í samband við stórfeløg í Evropa. Í málinum hevur Serbia eisini Djordje Petrović, sum verjir málið hjá Chelsea.

 

Sum heild hava nógvir av spælarunum hjá Serbia flottar bústaðir í Evropa og tað burdi borgað fyri góðsku til EM-endaspælið. Lykilin verður hjá Dragan Stojkovic at fáa sum mest burturúr sínum spælarum. Eitt nú at fáa Dušan Vlahović, Luka Jovic og Aleksandar Mitrovic at skjóta mál.

 

Vit hava tippað Danmark og Ongland víðari úr hesum bólkinum, men tað er lætt at finna eitt argument fyri, at Serbia kemur víðari.

 

Telja vit gamla Jugoslavia við, so hava Føroyar spælt móti Serbia 10 ferðir. Seks ferðir sum Jugoslavia og fýra ferðir sum Serbia. At kalla hvørja ferð hevur talan verið um greitt tap. Tað sigur eitt sindur um styrkina á fótbóltinum á Balkan.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Vanja Milinkovic Savic (Torino)

 

Predrag Rajkovic (Mallorca)

 

Dorde Petrovic (Chelsea)

 

Verjuspælarar:

 

Strahinja Pavlovic (RB Salzburg)

 

Nikola Milenkovic (Fiorentina)

 

Milos Veljkovic (Werder Bremen)

 

Srdan Babic (Spartak Moskva)

 

Uros Spajic (Røde Stjerne)

 

Nemanja Stojic (Backa Topola)

 

Miðvallarar:

 

Sasa Lukic (Fulham)

 

Nemanja Gudelj (Sevilla)

 

Nemanja Maksimovic (Getafe)

 

Ivan Ilic (Torino)

 

Srdjan Mijailovic (Røde Stjerne)

 

Sergej Milinkovic Savic (Al Hilal)

 

Dusan Tadic (Fenerbahce)

 

Lazar Samardzic (Udinese)

 

Veljko Birmancevic (Sparta Prag)

 

Filip Kostic (Juventus)

 

Filip Mladenovic (Panathinaikos)

 

Andrija Zivkovic (PAOK)

 

Mijat Gacinovic (AEK Athen)

 

Álop:

 

Aleksandar Mitrovic (Al Hilal)

 

Dusan Vlahovic (Juventus)

 

Luka Jovic (Milan)

 

Petar Ratkov (RB Salzburg)

 

​Venjarin: Dragan Stojkovic

 

Mynd: (Scanpix) Fyrrverandi stórspælarin, legendariski bóltsnillingurin Dragan Stojkovic, hevur vent skútuni hjá Serbia.