EM24: Eysturríki er sum blandað bomm

Eysturríki er eitt av londunum, sum til tíðir kann bjóða stórmaktunum av. Til aðrar tíðir gongur einki og ein sandavágsingur sendir teir heim ongul í reyv

Mynd: Torkil Nielsen og Mikkjal Danielsen í dysti móti Eysturríki í 1990. Torkil Nielsen er sandavágsingurin, sum søkti Eysturríki

Eysturríki er eitt av londunum, sum til tíðir kann bjóða stórmaktunum av. Til aðrar tíðir gongur einki og ein sandavágsingur sendir teir heim ongul í reyv.

 

Tað eru tekin um, at hetta er eitt ættarlið hjá Eyrsturríki, sum er vert at hava eyguni eftir. David Alaba hevur leingi verið stóra stjørnan og vónin er, at hann verður fullbirgur at spæla eftir longri skaðasteðg, men tað er enn óvist hvønn leiklut hann fer at spæla.

 

David Alaba og Real Madrid spældu í Champions League-finaluni móti Borussia Dortmund og landsmanninum Marcel Sabitzer. Hetta eru tekin um, at spælarar hjá Eysturríki eru at finna í toppinum av evropeiskum fótbólti í løtuni. Stjørnuspælarin er Marcel Sabitzer. David Alaba er størsta stjørnan, men tað er óvist um hann verður klárur og hvønn leiklut hann kann spæla. Tí er Marcel Sabitzer stjørnan til EM-endaspælið.

 

Í stóran mun er talan um spælarar úr týsku Bundesliguni. Florian Grillitsch (Hoffenheim), Christoph Baumgartner (RB Leipzig) og Konrad Laimer (Bayern München) fyri at nevna nakrar. Eysturríki vann seg úr undankappingarbólki F við millum annað tveimum sigrum á Svøríki og einum javnleiki móti Belgia. Tað vitnar um eitt lið, sum hevur eina ávísa styrki.

 

Venjarin er týski Ralf Rangnick, sum eitt stutt skifti var venjari hjá Manchester United. Har bleiv hann gúppaður út aftur eftir stutta tíð, men helst hevði royndi venjarin fatur á rætta endanum.

 

Tað verður sagt um Ralf Rangnick, at um Jürgen Klopp er ímyndin av ”gegenpressing” spælistílium, so er Ralf Rangnick ”pápin” at ágangandi spælistílinum.

 

Tað er ikki vist, at Eysturríki hevur fólkið til at spæla ágangandi álopsfótbólt til eitt EM-endaspæl móti londum sum Hollandi og Fraklandi, men tað kunnu blíva nakrir áhugaverdir dystir. Tað er ikki ógjørligt hjá Eysturríki at koma víðari og helst verður talan um spennandi dystir, men vit tippa teir at verða ov stuttir.

 

Føroyar hava spælt átta ferðir móti Eystrríki. Minniligastur er sjálvandi dysturin í Landskrona í 1990, tá vit vunnu 1-0. Vit kláraðu eisini ein javnleik á Tórsvølli í 2008, men so hava vit eisini tapt fyri rest. Eysturrísk lið hava eisini verið á vitjan í evropeiskum samanhangi. Millum annað spældi HB javnleik 2-2 ímóti Grazer AK í 2001, og vann 1-0 á Redbull Salzburg í 2010. Í báðum førum tapti HB samanlagt.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Niklas Hedl (Rapid Wien)

 

Heinz Lindner (Royale Union Saint-Gilloise)

 

Patrick Pentz (Brøndby)

 

Verjuspælarar:

 

Flavius Daniliuc (RB Salzburg)

 

Kevin Danso (Lens)

 

Maximilian Wöber (Mönchengladbach)

 

Philipp Lienhart (Freiburg)

 

Phillipp Mwene (Mainz)

 

Stefan Posch (Bologna)

 

Leopold Querfeld (Rapid Wien)

 

Gernot Trauner (Feyenoord)

 

Miðvallarar:

 

Christoph Baumgartner (RB Leipzig)

 

Nicolas Seiwald (RB Leipzig)

 

Florian Grillitsch (Hoffenheim)

 

Marco Grüll (Rapid Wien)

 

Florian Kainz (FC Köln)

 

Konrad Laimer (Bayern München)

 

Alexander Prass (Sturm Graz)

 

Marcel Sabitzer (Dortmund)

 

Romano Schmid (Werder Bremen)

 

Matthias Seidl (Rapid Wien)

 

Patrick Wimmer (Wolfsburg)

 

Álop:

 

Marko Arnautovic (Inter)

 

Maximilian Entrup (Hartberg)

 

Michael Gregoritsch (Freiburg)

 

Andreas Weimann (West Bromwich)

 

Venjari: Ralf Rangnick (Tyskland)

 

Mynd: Torkil Nielsen og Mikkjal Danielsen í dysti móti Eysturríki í 1990. Torkil Nielsen er sandavágsingurin, sum søkti Eysturríki