EM24: Pepe og Cristiano Ronaldo settu met

Gomlu stórleikararnir hjá Portugal halda fram við at skriva seg í søgubøkurnar

Teir hava lagt samanlagt 346 landsdystir fyri Portugal, gomlu vinmennirnar, Pepe og Cristiano Ronaldo, og í dystinum móti Kekkia í EM-endaspælinum í Týsklandi settu teir nøkur heilt serlig met.

 

Við sínum 41 árum og 113 døgum er Pepe elsti fótbóltsleikarin nakrantíð, ið hevur byrjað inni ein dyst í einum EM-endaspæli í fótbólti.

 

Tá Cristiano Ronaldo kom á vøllin gjørdust hann og Pepe elsta makkaraparið á vøllinum nakrantíð í einum dysti í einum EM-endaspæli. Ronaldo er 39 ár og 134 dagar gamal.

 

Tá Ronaldo kom á vøllin setti hann eitt annað met. Hann er fyrsti fótbóltsleikarin nakrantíð, ið hevur spælt dyst í seks ymiskum EM-endaspølum.

 

Aftrat metinum kundu Pepe og Ronaldo njóta ein 2-1 sigur á Kekkia, ið var tryggjaður í evstu løtu.