EM24: Setanardysturin er í kvøld

EM-endaspælið byrjar í kvøld og tað verða 71 dystir komandi mánaðin

Í kvøld byrjar EM-endaspælið í Týsklandi. Setanardysturin verður millum vertirnar Týskland og Skotland. Dysturin verður spældur á Munchen Football Arena, ið vit kenna betri sum Allianz Arena.

 

Tað eru ein reglugerð í samband við stuðulsavtalur, ið ger at leikvøllurin hevur skift navn til EM-endspælið. Týskland og Skotland eru í bólki A saman við Ungarn og Sveis. Tey spæla í morgin.

 

Dysturin í kvøld byrjar klokkan 20. Týskland er ein av favorittunum til at vinna EM-endaspælið, meðan Skotland ongantíð hevur avrikað til eitt endaspæl enn.

 

Týskland – Skotland (20.00)

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Týskland: Neuer; Kimmich, Rüdiger, Tah, Mittelstädt; Andrich, Kroos; Musiala, Gündoğan, Wirtz; Havertz

 

Skotland: Gunn; Porteous, Hendry, Tierney; Ralston, McTominay, McGregor, Robertson; McGinn, Adams, Christie

 

Bólkur A:

Týskland

 

Skotland

 

Sveis

 

Ungarn