EM24 upptakt: Albania kann blíva kanónføði

EM24: Tað var dagur í viku, tá Albania vann seg til endaspælið, nú rakar veruleikin

Mynd: (Álvur Haraldsen) Elseid Hysaj í dysti móti Føroyum

Albania vann undankappingarbólk E, sum Føroyar eisini vóru ein partur av. Albania vann bólkin frammanfyri Kekkia og Póllandi, sum annars vóru favorittar at koma víðari. Hetta kom óvart á, men Albania hevur verið við til eitt EM-endaspæl fyri kortum. Tað var í 2016.

 

Liðið er ein blanding av royndum spælarum sum Elseid Hysaj, Berat Gjimshiti og Sokol Cikalleshi, og ungum spírum sum Armando Broja úr Chelsea í Premier League og Kristjan Asllani hjá Inter Milan.

 

Stjørnuspælarin er Elseid Hysaj. 30 ára gamli bakkurin kann spæla bæði í høgru og vinstru. Hann er einasti spælarin, sum er eftir frá EM 2016-hópinum. Verjuspælarin úr italska Lazio hevur neyðugu royndirnar og myndugleikan at skipa liðið.

 

Venjarin er tann fryntligi Sylvinho. Hann er fyrrverandi vinstri bakkur á brasilska landsliðnum og hjá millum annað Manchester City og FC Barcelona. Hann er ein royndur harri í fótbólti og hevur eisini sannført fólkið í Albania, at hann er rætti maðurin til uppgávuna. Tað verður tað brúk fyri til EM-endaspælið.

 

Tað skal eitt satt undur til, um Albania skal gera seg galdandi til endaspælið. Bólkurin telur Spania, Italia og Kroatia. Líka so góð ein søga tað hevði verið, líka so ósannlíkt er tað, at Albania kemur víðari. Vandin er, at Albania verður kanónføði hjá Spania, Italia og Kroatia.

 

Føroyar vóru í undankappingarbólki saman við Albania. Tað bleiv til ein ósigur á heimavølli og ein málleysan javnleik í Tirana. Dysturin á Tórsvølli endaði 3-1 til Albania og Odmar Færø skoraði føroyska málið.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Etrit Berisha (Empoli)

 

Elhan Kastrati (Citadella)

 

Thomas Strakosha (Brentford)

 

Verjuspælarar:

 

Naser Aliji (Voluntari)

 

Arlind Ajeti (Cluj)

 

Ivan Balliu (Rayo Vallecano)

 

Berat Djimsiti (Atalanta)

 

Elseid Hysaj (Lazio)

 

Adrian Ismajli (Empoli)

 

Marash Kumbulla (Sassuolo)

 

Enea Mihaj (Famalicao)

 

Mario Mitaj (Lokomotiv Moskva)

 

Miðvallarar:

 

Amir Abrashi (Grasshoppers)

 

Kristjan Asllani (Inter)

 

Nedim Bajrami (Sassuolo)

 

Medon Berisha (Lecce)

 

Klaus Gjasula (Darmstadt)

 

Qazim Laci (Sparta Prag)

 

Ernest Muci (Besiktas)

 

Ylber Ramadani (Lecce)

 

Álop:

 

Jasir Asani (Gwangju)

 

Armando Broja (Fulham)

 

Mirlind Daku (Rubin Kazan)

 

Arbër Hoxha (Dinamo Zagreb)

 

Rey Manaj (Sivasspor)

 

Taulant Seferi (Baniyas)

 

Venjari: Sylvinho (Brasil)

 

Skráin:

 

Italia – Albania (15.juni klokkan 20.00)

 

Kroatia – Albania (19. juni klokkan 14.00)

 

Albania – Spania (24. juni klokkan 20.00)

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Elseid Hysaj í dysti móti Føroyum