EM24 upptakt: Italia skal verja EM-heitið

EM24: Verandi vinnararnir verða ikki taldir millum favorittarnar

Tað var dramatiskt, tá Italia vann seg víðari til EM-endaspælið. Verandi EM-vinnararnir skiftu enntá venjara. Luciano Spalletti tók við eftir EM-vinnandi Roberto Mancini. Tað gekk striltið at liva upp til heitið frá 2021, tá Italia vann EM-finaluna móti Onglandi eftir brotssparkskapping. Hesa ferð vann Ongland tvær ferðir móti Italia, sum hevði brúk fyri einum javnleiki móti krígsherda Ukraina fyri at halda fast í atgongumerkinum til EM.

 

Tað hevur ikki verið nakar dansur á rósum fyri EM-vinnararnar úr Italia seinastu trý árini. Italia megnaði ikki at vinna seg til HM-endaspælið í Katar, og stilvatjóðin hevur nærmast verið í kreppu. Italsku spælararnir í Seriu A fækkast og tað er longri millum stórtalentini, sum bergtaka heimin.

 

Krígsmenn sum Giorgio Chiellini og Leonardo Bonucci eru givnir, og spælarar sum Gianluigi Donnarumma, Jorginho, Nicolo Barella og Federico Chiesa fáa størri ábyrgd.

 

Stjørnuspælarin er Gianluigi Donnarumma. 25 ára gamli málverjin var ein av høvuðsorsøkunum til, at Italia vann EM seinast. Tað verður neyðugt við góðum málmansspæli frá málverjanum hjá PSG, um Italia skal endurtaka bragdið.

 

Venjarin er karismatiski Luciano Spalletti. Hann er fyrrverandi venjari hjá FC Internazionale og AS Roma, og kemur úr einum starvi sum venjari hjá Napoli, ið hann gjørdi til meistarar fyri fyrstu ferð í 33 ár.

 

Stóra avbjóðingin hjá Italia er álopsspælið. Tað er líkt til, at Mateo Retegui er í holt við at vinna sær plássið sum fremsti maður. Og tað er nokk ikki eitt navn, sum nógv kenna. Hann skal hava sína ”Salvatore Schillaci” løtu, um Italia skal koma langt hesaferð.

 

Italia skal spæla kortini væl fyri at koma víðari úr bólkinum. Spania er ein annar favorittur at koma úr bólkinum og dysturin móti Kroatia verður avgerandi. Vit tippa tó, at Italia kemur í fjórðingsfinaluna.

 

Føroyar hava spælt fýra ferðir móti Italia. Báðir dystirnir á Tórsvølli vóru minniligir. Í tí fyrra skoraði Rógvi Jacobsen og bleiv seinni landskendur í Italia, tá hann skoraði í 3-1 ósigrinum í Italia. Hin endaði 1-0 og Súni Olsen rakti stongina. Vit hava eisini italskt íslett í HB, har venjaratoymið er italskt.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Gianluigi Donnarumma (PSG)

 

Guglielmo Vicario (Tottenham)

 

Alex Meret (Napoli)

 

​Verjuspælarar:

 

Alessandro Bastoni (Inter)

 

Matteo Darmian (Inter)

 

Alessandro Buongiorno (Torino)

 

Gianluca Mancini (Roma)

 

Riccardo Calafiori (Bologna)

 

Giovanni Di Lorenzo (Napoli)

 

Raoul Bellanova (Torino)

 

Federico Dimarco (Inter)

 

Andrea Cambiaso (Juventus)

 

Federico Gatti (Juventus)

 

Miðvallarar:

 

Nicolò Barella (Inter)

 

Davide Frattesi (Inter)

 

Bryan Cristante (Roma)

 

Lorenzo Pellegrini (Roma)

 

Nicolò Fagioli (Juventus)

 

Jorginho (Arsenal)

 

Michael Folorunsho (Verona)

 

Álop:

 

Federico Chiesa (Juventus)

 

Giacomo Raspadori (Napoli)

 

Mateo Retegui (Genoa)

 

Gianluca Scamacca (Atalanta)

 

Mattia Zaccagni (Lazio)

 

Stephan El Shaarawy (Roma)

 

Venjarin: Luciano Spalletti (Italia)

 

Skráin:

 

Italia – Albania (Leygardagin 15. juni klokkan 20)

 

Spania – Italia (Hósdagin 20. juni klokkan 20)

 

Kroatia – Italia (Mánadagin 24. juni klokkan 20)