EM24 upptakt: Sveis kann bíta frá sær

EM24: Sveis tók øll á bóli, tá teir varpaðu favorittarnar úr Fraklandi úr EM 2020 endaspælinum

Mynd: Stjørnuspælarin hjá Sveis er Granit Xhaka.

Sveis tók øll á bóli, tá teir varpaðu favorittarnar úr Fraklandi úr EM 2020 endaspælinum. Hóast Sveis seinni fall móti Spania, so var hetta ein staðfesting av, at Sveis eisini kann spæla við tey stóru londini til eitt endaspæl.

 

Upptakt: Týskland hevur ikki vunnið EM síðani 1996

 

Tað hevur ikki gingið heilt so væl at vinna seg til EM-endaspælið hesaferð. Við fýra sigrum og fimm javnleikum bleiv tað til eitt annað pláss í bólki I í undankappingini.

 

Upptakt: Skotland hevur nakað at prógva

 

Óansæð misjøvnu gongdina er líkt til, at Sveis fer at bjóða av til endaspælið. Við spælarum sum Granit Xhaka, ið stórspælir við Bayer Leverkusen í Týsklandi, Manuel Akanji, sum er fastur partur av hópinum hjá alvinnandi Manchester City, miðverjanum hjá Newcastle, Fabian Schär, og eisini bóltsnillinginum Xherdan Shaqiri kann Sveis endurtaka bragdið frá 2021, tá liðið kom í fjórðingsfinalurnar.

 

Upptakt: Ungarn er vert at hava eyguni eftir

 

Stjørnuspælarin er Granit Xhaka. 31 ára gamli miðvallarin hevur fingið nýtt lív. Hann bleiv nærmast tveittur úr Arsenal fyri nøkrum árum síðan, men megnaði at reisa seg. Hann skifti síðani í summar til Bayer Leverkusen, sum er í holt við eitt framúr kappingarár. Hann er leiðarin á liðnum og stýrimaðurin á vøllinum.

 

Lutakastið hevur ikki verið lætt fyri Sveis og tað fer at krevja nógv av teimum at koma víðari. Vónin liggur í, at Sveis hevur klárað tað tvær tær seinastu ferðirnar.

 

Venjarin og møguleikarnir

 

Murat Yakin hevur leitað eitt sindur runt í uppstilling og spælskipan. Hann tykist trívast væl við trimum í miðverjuni, men hevur eisini spælt við fýra í bakketuni. Sterkastu kortini hjá Sveis eru í tí verjukenda spælinum.

 

Sveis kann á einum góðum degi vinna seg víðari úr bólkaspælinum. Spurningurin er so, um tað verður til meira enn tað. Í besta føri eitt fjórðingsfinalupláss.

 

Føroyar og Sveis hava spælt seks ferðir móti hvørjum – og seks ferðir er tað enda við ósigri. Kanska besti dysturin var á Svangaskarði í 2001, tá vit taptu 1-0. Hinar hava vit tapt greitt. Serliga eyðmýkjandi var 6-0 tapið í 2004. Føroysk feløg hava eisini roynt seg móti sveisiskum liðum í Evropa.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Gregor Kobel (Dortmund)

 

Yvon Mvogo (Lorient)

 

Yann Sommer (Inter)

 

Verjuspælarar:

 

Manuel Akanji (Manchester City)

 

Nico Elvedi (Mönchengladbach)

 

Ricardo Rodriguez (Torino)

 

Fabian Schär (Newcastle)

 

Leonidas Stergiou (Stuttgart)

 

Silvan Widmer (Mainz)

 

Cédric Zesiger (Wolfsburg)

 

Miðvallarar:

 

Michel Aebischer (Bologna)

 

Remo Freuler (Bologna)

 

Ardon Jashari (Luzern)

 

Fabian Rieder (Rennes)

 

Xherdan Shaqiri (Chicago Fire)

 

Vincent Sierro (Toulouse)

 

Granit Xhaka (Leverkusen)

 

Denis Zakaria (Monaco)

 

Álop:

 

Zeki Amdouni (Burnley)

 

Kwadwo Duah (Ludogorets)

 

Breel Embolo (Monaco)

 

Dan Ndoye (Bologna)

 

Noah Okafor (Milan)

 

Renato Steffen (FC Lugano)

 

Ruben Vargas (Augsburg)

 

Steven Zuber (AEK Athen)

 

Venjari: Murat Yakin (Sveis)

 

Skráin:

 

Ungarn – Sveis (Leygardagin 15. juni klokkan 14)

 

Skotland – Sveis (Mikudagin 19. juni klokkan 20)

 

Sveis – Týskland (Sunnudagin 23. juni klokkan 20)

 

Mynd: Stjørnuspælarin hjá Sveis er Granit Xhaka.