Enn eitt EM-mótstøðulið hjá Føroyum skal til OL

Slovenia, ið Føroyar spældu ímóti í EM-endaspælinum hevur vunnið seg til OL-endaspælið í manshondbólti

Um nakar ivast í hvussu sterk mótstøðuliðini hjá Føroyum vóru undir EM-endaspælinum í manshondbólti í januar í ár, so kunnu vit aftur staðfesta, at talan var um sterk mótstøðulið.

 

Tvey av teimum, Noreg og Slovenia eru nevnliga millum tey 12 liðini, ið skulu kappast í OL-endaspælinum í manshondbólti.

 

Ígjár gjørdist tað greitt, at Noreg hevur vunnið seg í OL-endaspælið, og í dag hevur Slovenia eisini vunnið seg í OL-endaspælið.

 

Slovenia hevur saman við Spania, Bahrein og Brasil kappast í Granollers í Spania í OL-undankappingarbólki 1.

 

Spania vann bólkin og Slovenia gjørdist nummar tvey.

 

Her eru úrslitini í undankappingarbólki 1: 

 

14. mars:

Spania – Bahrein 39:27 (18:11).

Slovenia – Brasil 27:26 (13:12).

15. mars:

Bahrein – Brasil 24:25 (14:11).

Spania – Slovenia 32:22 (20:13).

17. mars:

Bahrein – Slovenia 27:32 (12:17).

Spania – Brasil 28:26 (14:14).

 


Endaliga støðan:

 

Spania*330099:756
Slovenia*320181:844
Brasil310277:792
Bahrein300377:960