FarCargo flýgur fyrsta farmatúrin heim í dag

– Ein leigutúrur er heim til Føroyar í dag og fleiri fyrispurningar eru

Tað sigur Birgir Nielsen, stjóri Í FarCargo. Tað var hósdagin, at FarCargo boðaði frá, at so skjótt verkfallið var av, so vóru tey klár at flúgva vørur heim.

– Flogfarið hjá okkum stendur í Billund, og vit bjóða okkum til at flúgva vørur heim til Føroya, so skjótt verfallið er av, segði hann hósdagin.

Spurdur í kvøld sigur hann, at ein leigutúrur er heim í dag, og at fleiri fyrispurningar eru. Men næsti túrurin er ikki fult bókaður enn.

Hetta er fyrstu ferð, at vinnan hevur møguleika at fáa so nógva vøru heim í skundi við flogfarið.

Farmur verður sigldur til Føroya, men tað tekur tíð at ferma skip og at sigla til Føroya. Tey, sum vilja skunda eitt sindur meira undir, hava nú møguleikan við flogfarmi.

##med2##

 

##med3##