Brúgvin hoknaði eftir at skipið sigldi á. - Foto: Harford County Md Fire/Reuters

Farmaskip við tveimum skiparum sigldi á brúgv í Baltimore

Orsøkin til at skipið sigldi á er enn ikki greið, upplýsir reiðarí. Øll manningin hevur tað gott.

Brúgvin hoknaði eftir at skipið sigldi á. - Foto: Harford County Md Fire/Reuters

Tað vóru tveir skiparar umborð á farmaskipinum, sum í nátt sigldi á eina motorvegsbrúgv í Baltimore í amerikanska statinum Maryland.

Tað upplýsir reiðaríið Synergy Marine Group sambært Reuters.

Bingjuskipið »Dali« sigldi á Francis Skott Key Bridge klokkan 01.30 lokala tíð – klokkan 05.30 okkara tíð, upplýsir reiðaríið.

Ítøkiliga orsøkin er enn ikki greið, sigur Synergy Marine Group.

Reiðaríið hevur samband við manningina, og tað eru eingin boð um, at nakar hevur fingið skaða umborð.

Beint eftir at skipið sigldi á fall brúgvin saman. Tað er óvist, um nakar hevur fingið skaða, men sambært sløkkiliðnum í Baltimore eru upp til 20 persónar endaði á sjónum.

Helst eru fleiri bilar eisini farnir á sjógv.

Farmaskipið »Dali« var sambært upplýsingum á heimasíðuni VesselFinder, sum vísir skipaferðslu kring heimin, á veg úr Baltimore á eysturstrondini í USA til Colombo á Sri Lanka, tá vanlukkan hendi.

Dagføring: Tað síðsta sum frættist úr Baltimore er, at tey leita eftir 20 fólki, sum eru endað sjónum av vanlukkuni.

/ritzau/

 

Brúgvin hoknaði eftir at skipið sigldi á. - Foto: Harford County Md Fire/Reuters