FIFA: Føroyar detta seks pláss aftur

Føroyska manslandsliðið er í mótvindi og tað sæst aftur á FIFA styrkilistanum

Mynd: (Fótbóltssambandið)

Føroyska manslandsliðið er í mótvindi í løtuni og tað sæst aftur á FIFA styrkilistanum. Í nýggjastu útgávuni eru Føroyar dotnar seks pláss aftur á listanum. Føroyar eru nú nummar 139 í heiminum og nummar 49 av teimum 55 londunum í Evropa.

 

Føroyar hava júst luttikið í Baltic Cup, har vit taptu 4-1 móti Estlandi og 1-0 móti Lettlandi. Tað hevurt millum annað havt við sær, at Lettland hevur yvirhálað Føroyar á listanum. Vit eru nú eitt betri enn Burundi.

 

Føroyar vóru á 133. plássið undan nýggjastu dagføringini.Tað hæsta Føroyar nakrantíð hava verið á listanum er nummar 74. Tað vóru vit í teimum førum. Í 2015 og 2016.

 

Argentina er nummar eitt og aftaná teimum koma Frakland, Belgia, Brasil og síðani Ongland.

 

Mynd: (Fótbóltssambandið)