Final Four: Barcelona flongdi THW Kiel í hálvfinaluni

Framúr dugnaligi danski málverjin hjá Barcelona stórspældi í hálvfinaluni

Elias Ellefsen á Skipagøtu sleppur ikki at spæla eina finalu í Final Four í Champions League á hesum sinni.

 

Katalanski risin, Barcelona smurdi THW Kiel av í hálvfinaluni í Lanxess høllini í Köln. 

 

Barcelona vann stórsigur 30-18 á Kiel. Í steðginum var Barcelona á odda 15-9.

 

Elias skoraði eitt mál upp á fimm málroyndir.

 

Danski landsliðsmálverjin hjá Barcelona, Emil Nielsen hevði eitt bjargingarprosent upp á 46,9 prosent. Hann var eisini væl hjálptur av einari sterkari verju.

 

Fyrr í dag vann Aalborg ein flottan 28-26 (11-11) sigur á týsku greipuvinnarunum, Magdeburg í hinari hálvfinaluni.

 

Klokkan 14 í morgin spæla Kiel og Magdeburg um triðja plássið. Klokkan 17 byrjar finalan millum Aalborg og Barcelona.