Í Noregi verður sagt, at hóast talið av kvinnum, sum hava fiskiveiði sum høvuðsyrki, er lutfalsliga lítið, eru tølini kortini vaksin javnt og samt seinnu árini. Myndin, sum er úr Noregi, er privat.

Fleiri kvinnur í Noregi velja sjólívið

Í endanum av 2023 vórðu skrásettar 485 kvinnur í Noregi við fiskiskapi sum høvuðsyrki. Í 2022 var talið 436.

Í Noregi verður sagt, at hóast talið av kvinnum, sum hava fiskiveiði sum høvuðsyrki, er lutfalsliga lítið, eru tølini kortini vaksin javnt og samt seinnu árini. Myndin, sum er úr Noregi, er privat.

Í endanum av 2023 vóru skrásettir 9640 persónar við fiskiskapi sum høvuðsstarvi í Noregi. Hetta er ein lítil vøkstur í mun til 2022, tá talið var 9597.

 

Hetta veit norska fiskivinnuumsitingin at siga í sínari ársfrágreiðing fyri 2023.

 

Hyggja vit yvir gongdina nøkur av árunum, eru tølini hesi: 

 

2019: 9.431 

2016: 9.426 

2013: 9.559 

2010: 10.325 

 

Talið av fólki í Noregi, sum hava fiskiskap sum hjávinnu, var í endanum av 2023 1.163 ímóti 1.233 í 2022.

 

Í endanum av 2023 vórðu skrásettar 485 kvinnur í Noregi við fiskiskapi sum høvuðsyrki. Í 2022 var talið 436.

 

Í Noregi verður sagt, at hóast talið av kvinnum, sum hava fiskiveiði sum høvuðsyrki, er lutfalsliga lítið, eru tølini kortini vaksin javnt og samt seinnu árini.

 

Tølini eru hesi:

 

2023: 485

 

2022: 436

 

2019: 329

2016: 273

2013: 250

2010: 263

 

Tað eru serliga yngri kvinnur, sum velja sjólívið, og í endanum av 2023 vóru 153 kvinnur yngri enn 30 ár skrásettar við fiskiskapi sum høvuðsyrki. Árið fyri var talið 138.

 

Tað er www.kystmagasinet.no sum ber hesi tølini hjá norsku fiskivinnuumsitingini.

 

 

 

 

 

Í Noregi verður sagt, at hóast talið av kvinnum, sum hava fiskiveiði sum høvuðsyrki, er lutfalsliga lítið, eru tølini kortini vaksin javnt og samt seinnu árini. Myndin, sum er úr Noregi, er privat.