Deyðir fiskar í uppturkaðum vatni í Meksiko

Tað hevur luktað illa í umhvørvinum, og hetta merktu serliga tey, sum vóru við í arbeiðnum at beina deyða fiskin av vegnum.

Ein hitabylgja í Meksiko hevur ført til, at fleiri túsund fiskar eru deyðir í einum uppturkaðum vatni í Chihuahua-landslutinum.

Tað var fyri einari viku síðan, at fólk byrjaðu at síggja deyðar fiskar við botnin á vatninum.  

 

Tað hevur luktað illa í umhvørvinum, og hetta merktu serliga tey, sum vóru við í arbeiðnum at beina deyða fiskin av vegnum.

 

Vandi var fyri, at fiskurin, sum var í ferð við at rotna, kundi gera, at fólk gjørdust sjúk.

 

Lokalu myndugleikarnir í Meksiko hava upplýst, at vatnstøðan í Bustillos, sum vatnið kallast, var minni enn 50 prosent av tí vanliga.

 

Hetta hevur ført til, at dálkingin gjørdist meira miðsavnað og tískil eisini til størri vanda fyri djóralívið í vatninum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.