Flúgva beinleiðis úr Føroyum til EM í Sveis

Beinleiðis flogferðir Nú ber til at bíleggja beinleiðis ferðaseðil úr Føroyum til EM í Sveis í vetur

 

 

 

Tíðindaskriv

Atlantic Airways flýgur beinleiðis til Basel í Sveis í sambandi við, at føroyska A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti skal luttaka í EM-endaspælinum í vetur.

 

Sølan byrjar 13. mai 2024, og kostnaðurin er 4.695 kr. t/r. 

 

Flogið verður úr Vágum til Basel 27. november og úr Basel til Føroyar 04. desember.

 

Dystirnir hjá føroyska hondbóltslandsliðnum verða í St. Jakobshalle og verða spældir soleiðis: 

 

Fríggjadagin 29. november: Sveis - Føroyar (Danmark - Kroatia)

Sunnudagin 01. desember: Kroatia - Føroyar (Danmark - Sveis)

Týsdagin 03. desember: Føroyar - Danmark (Kroatia - Sveis)

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##