Føroyingaliðið í Kristiansand bjargaði plássinum

Føroysku leikararnir hjá Kristiansand gjørdu góðan mun í triðja dystinum móti Melhus

Føroyingaliðið, Kristiansand hevur bjargað plássinum í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Kristiansand vann á heimavølli í Aquarama høllini í Kristiansand frammanfyri 1.029 áskoðarum ein greiðan 37-28 sigur á Melhus í tí triðja upp- og niðurflytingardystinum. Í steðginum var Kristiansand á odda 18-12. 

 

Føroysku leikararnir gjørdu góðan mun fyri Kristiansand í kvøld. Bjarni í Selvindi var toppskjútti við 11 málum og átta uppleggum til mál. Helgi H. Hoydal var valdur til dagsins leikara. Helgi skoraði seks mál og hann legði upp til eitt mál. Tróndur Mikkelsen skoraði tvey mál og legði upp til trý mál.

 

Leiðslan í Kristiansand staðfesti í lokalum miðlum, at ein niðurflyting hevði komið illa við hjá teimum, og teir kunnu nú anda lættan. Og føroysku leikararnir gjørdu stóran mun.